Í minsta lagi 24 lótu lív í Kina

Guangdong-landsuturin í Kina hevur seinastu tíðina verið raktur av nógvum regni og stórum floymi.

Seinnapartin í dag er tað vorðið greitt, at í minsta lagi 24 fólk eru deyð, eftir at ein motorvegur í Kina brotnaði. 

 

Hetta hendi við býin, Meizhou í landslutinum, Guangdong í Kina.

 

Vanlukkan hendi í nátt, lokala tíð. 

 

Sambært statsriknari kinesiskari sjónvarpsrás vórðu tilsamans 18 akfør við 49 fólkum rakt.

 

Í Kina verður hendingin rópt ein náttúruvanlukka.

 

Guangdong-landsuturin í Kina hevur seinastu tíðina verið raktur av nógvum regni og stórum floymi, veit tíðindastovan NTB at siga.