Í nógvum bygdum fer skatturin upp - og í øðrum fer hann niður

Kommunurnar eru ikki óvilligar at hjálpa hvørjari aðrari at sleppa burturúr skuldini. Men landskassin eigur at hjálpa til, tí hann hevur líka stóra skyld í trupulleikanum, sum kommunurnar sjálvar hava

Tær kommunurnar, sum eru hampiliga væl fyri eru ikki óvilligar til at hjálpa teimum kommununum, sum eru komnar so illa fyri av skuld, at tær reisa seg ikki aftur uttan at fáa kunstigan andadrátt.

Tær seks størstu kommunurnar, sum hava tikið seg saman í Býarfelag Føroya, eru nú av álvara farnar undir at viðgerða trupulleikan við kommunuskuldini.

­ Enn er viðgerðin komin ov stutt til at vit kunnu siga, hvør loysnin verður

­ Men tað er nokk so nær at hugsa sær, at tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, onkusvegna hjálpa teimum, sum eru ringast staddar, sigur Jákup Lamhauge, formaður í Runavíkar Kommunu og formaður í Býarfelag Føroya.

Tær seks kommunurnar í Býarfelag Føroya eru, Tórshavnar-, Klaksvíkar,- Runavíkar-, Tvøroyrar-, Vágs- og Fuglafjarðar Kommuna.

Tað eru tær kommunurnar í Føroyum, sum bera býarheitið.

Jákup Lamhauge sigur, at nú eru tvey ár til avtalan um kommunuskuldina gongur út í 2000 og spurningurin er oftari og oftari reistur um, hvat skal henda aftaná.

­ Vit halda, at tað er rætt at taka málið upp nú og tí eru vit í Býarfelag Føroya sinnað at átaka okkum ein virknan leiklut í, hvussu spurningurin um kommunuskuldina verður loystur eftir 2000, táið kommunurnar aftur fara at betala rentur og avdráttir eftir upprunaligu lániavtalunum.

Tó sigur formaðurin í Býarfelagnum, at enn er viðgerðin komin nakað stutt til at nakað ítøkiligt kann sigast.

Men tað verður arbeitt við fleiri loysnum, sigur hann.

Hann sigur, at tað er nokk so ringt at gera nakað ítøkiligt, áðrenn vit vita, hvussu

kommunubygnaðurin verður í framtíðini.

Hann sigur, at tí verður bíðað eftir, hvat úrslit kommununevndin hjá landsstýrinum kemur til um, hvussu nógvar kommunur skulu verða í Føroyum, og, hvørjar uppgávur hesar kommunurnar skulu hava.

Men hóast tað enn ikki er greitt, er tað mangt, sum bendir á, at úrslitið verður, at tað skulu verða einar 9-10 kommunur í øllum Føroyum.

Tvs, at Suðuroyggin verður tvær kommunur, Sandoyggin ein, Vágoy ein, Suðurtreymoy ein, Norðstreymoy ein Eysturoyggin tvær og Norðoyggjar ein kommuna.

Tó kann tað henda, at ein partur av Norðurstreymoy og ein partur av Norðureysturoy verður ein kommuna.

Jákup Lamhauge sigur, at fyrrenn hetta er greitt ber illa til at koma við nøkrum ítøkiligum tilmæli til, hvussu trupulleikin um kommunuskuldina eigur at verða loyst.

­ Tað ger seg eisini galdandi, at lánveitararnir hjá kommununum vilja hava Føroyar lagdar saman í nakrar fáar, stórar kommunur áðrenn teir vilja taka upp samráðingar um kommunuskuldina, tí teir hava ikki áhuga í at samráðast við 49 kommunur, harav nógvar av teimum eru so smaár, sum tær eru.


Arbeiða við ymsum loysnum

Jákup lamhauge sigur, at Býarfelgið arbeiðir við ymsum loysnum fyri, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini skal loysast.

­ Ein máti kann verða, at vit fara at royna at finna eina samlaða fígging fyri allar kommunurnar.

­ Ein annar máti kann verða at kommunurnar fara at samráðast hvør sær, táið tær eru lagdar saman, tí tá verða tær lutfalsliga stórar og sterkar at grundarlagið fyri samráðingum verður betri.


Summar mugu hava hjálp

Men so eru tað tær kommunurnar, sum eru so illa fyri, at tær koma ikki burturúr skuldini einsamallar.

­ Tað eru nakrar kommunur, sum eru so illa fyri, at tær koma ikki burturúr skuldini, um ikki onkur serlig tiltøk verða sett í verk fyri tær.

Formaðurin í Býarfelagnum sigur, at tað liggur nokk so nær at hugsa sær, at tað verður funnin ein ella onnur samhaldsføst skipan, so at tær kommunurnar, sum eru betri fyri, onkusvegna hjálpa teimum sum eru so illa fyri, at tær ikki kom at klára seg.

Ein máti kann vera at kommunali kreppulánsgrunnurin heldur fram. Og síðani verður roknað út, hvat kommunurnar megna at forrenta, og so verður skuldin omanfyri tað, klipt av.


19-20% í skatti

Jákup Lamhauge sigur, at verða kommunurnar lagdar saman, verður neyðugt at áseta kommunuskattin av nýggjum í fleiri førum.

­ Nógvar kommunur hava 16% í kommunuskatti, men í øðrum kommunum eru borgararnir tyngdir av einum kommunuskattaprosentið uppá 23%.

­ Hvussu skattaprosentið veldst eisini í stóran mun

um, hvørjar uppgávur, kommunurnar skulu røkja í framtíðini.

­ Skulu kommunurnar átaka sær fleiri uppgávur, sum nú eru undir landskassanum, skulu meiri pengar til.

­ Men so kann tað eisini hugsast, at skatturin verður býttur øðrvísi ímillum land og kommunur, enn hann verður nú.

­ Tvs, at landsskatturin lækkar og kommunuskatturin hækkar.

­ Men taka vit útgangsstøðið í uppgávubýtinum, sum nú er ímillum land og kommunur, vænti eg ikki, at nøkur kommuna sleppur undir einum kommunuskatti uppá 19-20%, sigur Jákup Lamhauge.

Siga vit so, at tað verður 19,5%, merkir tað, at í 30 kommunum skal skatturin hækka og í 19 skal hann hækka.

Í átta kommunum er skattaprosentið 16 og í níigju er tað 23 Í ár er miðal kommunuskattaprosentið 19,82%


Landið má hjálpa til

En stórur spurningur í sambandi við kommunuskuldina hevur verið, um landskassin skal hjálpa til at loysa trupulleikarnar við kommunuskuldini.

Vit spurdu Jákup Lamhauge, hvat tær seks kommunurnar í Býarfelag Føroya halda um tað.

­ Vit mugu ásanna, at higartil hevur Landsstýrið ikki viljað tikið stórvegis lut í orðaskiftinum um kommunuskuldina.

­ Men eg haldi, at tá kommunurnar vísa ein vilja at loysa málið, átti landsstýrið eisini at verið meiri opið fyri komið upp.í

­ Tí eg haldi ikki, at landsstýrið kann snúgva sær undan at hava ein stóran part av skyldini fyri, at summar kommunur eru komnar í óføri.

­ Tí landsstýrið hevði eitt kommunalt eftirlit, sum var alt ov veikt. Eg haldi tvørturímóti, at landsstýrið hevur líka stóra skyld í hesum trupulleika, sum kommunurnar hava.

­ Jákup lamhauge sigur, at eftir hansara tykki er tað beinleiðis neyðugt, at landsstýrið átekur sær ein hjálpa til at loysa hendan trupulleikan.

­ Tað eru 49 kommunur í Føroyum, og táið tær hava vilja at loysa málið, hóast tær ikki hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum, átti landsstýrið eisini at tikið sín part á seg, tá ið tað hevur ein part av skyldini, sigur Jákup Lamhauge.