Í Vági vænta tey nógvan kava

- Best er, nú hann sigur frá kava bæði í dag og í morgin, um bilarnir verða fluttir av vegnum, siga tey í Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevur í dag eina áheitan til bilførarar í samband við kavarudding.

 

- Veðurforsøgnin í kvøld og í morgin leggur upp til, at nógvur kavi kann koma.

 

Lagt verður aftrat, at væntaði kavin hevur við sær, at kavarudding fer fram á kommunalu vegunum.

 

- Tí heita vit á bileigarar, ið hava bilar parkeraðar á vegnum, um at gera pláss fyri kavaruddaranum.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at best er, um bilarnir verða fluttir av vegnum.