Íbúðir byggjast á Toftum til serligar málbólkar

Nes kommuna hevur samtykt at gera eina rammuavtalu við Bústaðir um bygging av fleiri íbúðum á Toftum.

 

Síðan januar 2021 hevur Nes kommuna verið í samskifti við Almannaverkið um bygging av íbúðum til borgarar, ið eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.

 

Almannaverkið hevur seinni heitt á Bústaðir um at standa fyri verkætlanini, og nú hevur Nes kommuna samtykt at gera eina rammuavtalu við Bústaðir.

 

- Sambært verkætlanin skulu 18 + 1 íbúðir byggjast á matr. nr. 415o og 415p, sum er økið sunnan fyri Kris-bygningin á Toftum, ið er gamli Føroya Banki.

 

Í Nes kommunu siga tey í dag, at bygningurin fer at standa soleiðis, at parkeringspláss verða framman fyri bygningin, sum ætlandi verður í tveimum hæddum við kjallara.

 

- Bústaðir og Nes kommuna hava í eina tíð samskift um uppskot til rammuavtalu um íbúðarbygging á Toftum til serligar málbólkar hjá Almannaverkinum, og í juni gjørdu partarnir eina rammuavtalu, sum varð løgd fyri og einmælt samtykt á bygdaráðsfundi hin 27. juni.

 

Eftir summarfrítíðina fer Nes kommuna at gera økið byggiklárt. Bústaðir fyrireikar nú sjálva byggingina, í Nes kommunu siga tey, at nærri verður at frætta um verkætlanina til heystar.