Idealisturin: Eg eri bert hann, ið letur postin upp

Kristian Blak hevur verið ein týðandi orkudepil innan føroyskan tónleik seinasu 25 árini, bæði á plátu, fløgu og á palli á sjógvi og landi, um tað so var innandura ella undir opnum himni ella inni í onkrum helli. Hann er nærum samnevndur við Tutl og Jazzfelagið. Men er hann bert ein idealistur og um so er, hvat er so orsøkin til, at hann áhaldandi finnur orku og hug at halda fram? Hvat er drívmegin hjá idealistinum, hvat fær hann fyri ídni og strev?

Kristian Blak hevur ikki júst verið tagdur burtur. Nógvar eru samrøðurnar við hann í fjølmiðlum seinnu árini. Men nærum altíð er hann frammi sum talsmaður fyri Plátufelagið Tutl ella í eginleika av stigtakara til Summartónar ella onnur tiltøk, tónleikahugaðum at gagni.
Persónurin, idealisturin, hvørs lív nærum ikki rúmar annað, enn tónleik, tónleikaútgávur og tiltøk og harav standandi umsiting, er ikki so ofta havdur á lofti.
Vit hava hitt Kristian heima. Tað merkir Úti á Reyni í Havn, har hann og konan Sharon Weiss hava húsast, nærum síðani tey komu til Føroya miðskeiðis í sjeytiárunum. Seinni eru so eisini børn komin afturat í húsið. Kristian er ofta frammi, tí hann er nærum samnevndur við Tutl, Jazzfelag ella onnur tónleikatiltøk. Men vit hava hitt Kristian til eitt prát um eitt so sveimandi hugtak sum idealismu.
Úrslitið er áhugavert
- Tað sum liggur í idealismu er jú, at fólk gera okkurt, uttan at fáa nakað fyri tað. Tað kann vera frá humaniterum arbeiði, til okkurt, ið líkist kommersiellum. Tað kann eisini sameinast, men lat okkum halda fast við idealismuna. Tað eru so mong dømi um, at bólkar ella einstaklingar gera átøk fyri okkurt, ið hevur teirra áhuga. Tað er eitt ideal, ið ein starvast fyri. Tað er áhugavert og spennandi, annars kann tað ikki eyðmerkjast sum idealisma. Men ímeðan idealistiska arbeiðið fer fram, er nógv tungt eisini á skránni, men úrslitið er áhugavert. At skipa fyri eini konsert t.d. krevur, at ljóðføri og annað skal flytast. Tað er ikki áhugavert, men úrslitið er áhugavert, sigur Kristian Blak.
- Eg ivist ikki í, at tey flestu, ið fáast við slíkt, fáa okkurt burturúr persónliga. Tó eru tíðarskeið, har ein kennir, at tað bert er ymiskt, ið skal gerast, men tað tíðarskeiðið tekur ein við, tí nógv arbeiði er eisini lagt í frammanundan. T.d. útbreiðsla, søla av eini fløgu, ella at syrgja fyri eini skrá til eina konsert ella festival, sigur Kristian.
- Tað vanliga er, at ein biður arbeiðsmegi og sigur, at so og so nógv verður latið fyri tað. At geva løn fyri tað, idealisturin ger, vilja vit eisini fegin í okkara idealismuvirksemi, tí meira ein kann gjalda idealistinum, ið arbeiðir av áhuga, fríari verður hann av øðrum arbeiði, har hann vinnur pening. Og tess meira fáa vit, samfelagið, burturúr hesum originalinum, ið vil og tímir at gera okkurt, metir Kristian.
Kristian umvældi gamalt skip
- Dømini eru sera mong um idealistiskt arbeiði innan ítrótt og mentan, vísir Kristian Blak á.
Tú nevnir ítróttatfeløg og annað , men er tað ikki, sum er tíðarandin farin frá idealismuni?
- Jú. Eg kann nevna dømi. Í sjeytiárunum gjørdu vit sera nógv felags. T.d. umvældi eg eitt træskip á stødd við Norðlýsi. Eg keypti skipið fyri mína fyrstu løn sum studentaskúlalærari. Tað var ikki mín uppgáva, men heldur ein samfelagsuppgáva. Skipið er nú eini 100 ára gamalt og siglir enn tann dag í dag. Alt var ókeypis arbeiðsmegi, gjørt av áhuga. Tað kundi tað sama verið Vejle býur, ið átti uppgávuna. Men um býurin var stigtakari, so kundi ein ikki rokna við, at arbeiðið bert kostaði tað, ið tilfarið kostaði. Nógv slíkt virksemi fór fram í sjeytiárunum. Sami andi var, tá eg kom til Føroya, um hugsað t.d. verður um Jazzfelagið. Hesin andin er ikki so sjónligur longur, metir Kristian.
Kristian metir, at hóast langt er ímillum, so eru enn fólk, ið bjóða seg fram við dyggari og sjálvbodnari arbeiðsmegi. Og best er, um hesi kunnu fáa løn fyri hetta, so tey kunnu liva av tí.
- Fólkini í Gøtu eru í dag nærum eindømi um slíkt, sigur Kristian og sipar til tónleikasamtakið Grót.
- Vit hava ikki havt ókeypis arbeiðsmegi í Tutl í langa tíð, staðfestir Kristian Blak. Tó leggur hann afturat, at skal okkurt flytast ella tílíkt, so verður heitt á limirnar.
Kristian afturvísir ikki, at hetta við idealismuni er nakað, ið kemur og fer í bylgjum. Men sum er sær hann ikki vón fyri, at ein glotti er fyri stavn í so máta.
- Í dag verður ikki væntað av fólki í feløgum, at tey gera eitt støðugt arbeiði. Og tað er jú her vandin liggur, um okkurt byggir á, at fólk ikki hava eitt lønt starv, men gera arbeiðið við gleði og fyri einki. Og ein er ikki idealist, um ein ikki tekur uppgávuna í álvara og ger sítt besta. Tekur ein t.d. á seg at vera venjari og ikki møtir til venjing, so leggur ein í oyði virðingina fyri ítróttinum og oyðileggur eitt ættarlið. Annaðhvørt sigur ein ja, ella sigur ein nei, sigur Kristian.
- Viðvíkjandi slíkari idealismu hava vit heilt einfalt eina ættarliðskreppu, ið ikki bert er her heima hjá okkum.
Havi latið postin upp
Men Tutl er kanska eitt dømi um felag, ið er komið langan veg við idealismu og idealistiskum arbeiði.
- Ja. Eg havi tó ikki verið hin einasti, tað er ikki rætt at siga, men eg havi verið tann stabila arbeiðsmegin. Eitt ár undantikið, tá vit búðu í Amerika, so havi eg verið tann, ið havi latið postin upp. Eg skal tó ikki siga hasum positiva, tú sigur, ímóti, men tað eru nakrir idealistar, ið gera sítt. Men hetta er ikki endamálið í sjálvum sær. Sjálvsagt vildu vit fegin goldið hvørjum sítt fyri strev og stríð. Men so leingi støðan er, sum hon er, og arbeiði má gerast, so má tað vera sum tað er, sigur Kristian Blak, ið eisini sær eitt mynstur og vandar.
- Mynstrið er hitt sama viðvíkjandi ymsum klubbum og feløgum í Norðurlondum. Serliga ættarliðið frá seksti- og sjeytiárunum, sum eg eri partur av, hava gjørt feløg fyri alt møguligt. Tað gongur væl í eini 15 ár. So flyta fólk ella hann, ið lat postin upp, ikki tímur ella orkar meira, sigur Kristian og vísir her á, hvussu viðbrekið tað er við hesum fáu idealistunum, ið standa einsamallir, tí hendir okkurt smávegis, so er skjótt, at alt dettur sundur.
- Er ein komin so langt, sum Tutl er, so merkist væl, hvussu viðbrekið alt er. Vónandi gerist eg ikki sjúkur, men vit hava merkt til sjúku og tað hevur merkt mítt arbeiðsátak heilt nógv. Og vit hava ikki nakað annað at taka til. Tann vitan, ið eg havi, er ikki skrivað niður og finst ikki á nakrari skrivstovu.
- Tað er ein stórur vandi við hesum. Tað skal ikki misskiljast. Tutl er nú einaferð mítt besta dømi. Felagið hevur 200 framleiðslur innan nógv tónleikasløg og er hetta væl meira enn helmingurin av tí, ið føroyingar hava givið út á fløgu. Sigur ein so, at tað ger einki, vit vága tað, at møguleikin er fyri, at ólønti leiðarin gerst sjúkur. Hendir okkurt so við mær, so er ruðuleiki í. Hetta hava vit latið landsstýrið vitað tvær ferðir, sigur Kristian Blak, ið ikki dylir, at ynskiligt hevði verið, at virksemið kom undir alment mentanarvirksemi.
Hann dylur heldur ikki, at hann fegin vildi havt løn fyri sítt strev, men tað er peningur bara ikki til. Kristian, sum í mong hevur undirvíst í Hoydølum, segði fyri nøkrum árum síðani hetta frá sær, tí Tutl fór undir at selja fløgur í handli, men hetta er nú steðgað.
Kristian kemur í hesum sambandi inn á, hvørjar sømdir bøkur og annað, t.d. sjónleikur, hava, har almennir persónar og pengar eru við í leikinum.
- Taka vit t.d. bøkurnar, so eru tær bert her í landinum, meðan vit hava allan heimin sum virkisøki. Men okkara øki er so ungt, Hansemann Tórgarð byrjaði jú í fimmtiárunum, leggur Kristian afturat.
- Vit mugu ásanna, at tað gekk skjótt tey fyrstu 20 árini, men so nógv skjótari tey næstu fimm, sigur Kristian um 25 ára søguna hjá Tutl. Hann dylir ikki, at hann sær tað sum eitt skot í tóman heim, um mett verður, at til ber at umsita tær meira enn 200 útgávurnar við berari idealismu at líta á.
Idealisma og dugnaskapur
Kristian tosar um munin á hesum við at vænta, at fólka arbeiða og fara til hús klokkan fimm, ella um roknað verður við, at viðkomandi hevur áhuga og t.d. setur seg á nátt at svara telduposti.
Er her munurin arbeiðsmegin, ið ikki er annað enn tað, ella ein arbeiðsmegi, ið arbeiðir, tímir og vil, og sum harafturat fær pening fyri tað?
- Tað eigur jú at sameinast. Mín støða er trupul. Eg eri t.d. burtur í tíðarskeiðum. Tá má ein setast ístaðin fyri meg fyri pening. Eg havi verið við til at skapað ein tørv á einum arbeiðsplássi, men fái ikki løn sjálvur, men ein annar kanska fær. Trupulleikin er ikki við hesum persóninum, men hetta er trupult, viðgongur Kristian, sum tó vónar at fólk ikki misskilja hesa støðu, men síggja trupulleikan.
Kristian og Sharon eru bitin av hesum trupulleika, skilst á prátinum, ið nú tekur seg upp. Hvussu kemst víðari, tá umstøður ikki eru til lønta arbeiðsmegi. Røkkur idealisman, nú komið er so langt, sum Tutl er komið. Semja tykist um, at idealisma er ikki nóg mikið.
- Dugnaskapur má til og idealisman er sjálvsagt sera ynskilig. Men ein setur t.d. ikki fólk at arbeiða í einum skúla, tí teimum dámar børn, tað er ikki nóg mikið, sigur Kristian.
- Annað dømi um, at gassið fer úr ballónini er Jazzfelagið. Fólk arbeiddu og fundir og annað var fleiri ferðir um vikuna. Tá so vit mistu hølið (Perluna, blðm), og einki kom ístaðin, so mistu vit orkuna. Ein vil fegin hava moralskan stuðul og at stuðul er kring ein. Í dag er slíkt virksemi óhugsandi og eg veit ikki, um eg í dag stuðli hugskotinum um, at Býráðið letur høli til eitt felag av slíkum slag. Í dag má slíkt innihalda leiðara og annað, tí nú er eitt høli ikki nóg mikið. Tað var tað tá, vit vóru sera fegin um hølini og arbeiddu. Sagt verður, at vit kunnu stoypa hús sjálvi. Tað hendir ikki í dag, tað høvdu vit kanska gjørt tá, men unga ættarliðið ger tað neyvan, metir Kristian.
Prísurin
- Eg gjaldi mín idealistiska arbeiðsdag við míni tíð sum komponistur. Eg umsiti, men komponeri nærum einki og spæli nærum ikki klaver. Tað, sum eg fegin vildi gjørt, verður sett til síðis, sigur Kristian og Sharon er samd.
Bæði hava tey roynt at havt sitandi á sær at hava tveir festivalir koyrandi í senn, umsiting undir somu tekju á Reyni. Hetta var fólkatónleikarastevna og Summartónar, so familjan hevur roynt sítt og við tí úrsliti, at lítið varð spælt og at strongd gjørdist partur av gerandisdegnum
- Tí er Listastevnan positiv gongd. Eg meti, at samskiparin skal ikki vera listafólk, men ein, ið ger sítt dagliga arbeiði. Hetta kom samstundis, sum eg segði nei til at samskipa Summartónar fyri 10. ferð, uttan skrivstovuhjálp. Nú er okkara festivalur minni, sigur Kristian m.a. viðvíkjandi prísinum fyri idealismu.
Men hvussu leingi heldur idealisman, brennur idealisturin út?
- Ein kann halda út, um tað er stuttligt. Men idealisman gevur ikki breyð á borðið og ein skal liva. Vit tosa nógv um, hvussu vit kunnu gjalda persónum, ið gera eitt arbeiði, og sum ikki hava annað arbeiði. Tí so er tað ein inntøka at heinta hjá hesum persónum, ið vilja gera eitthvørt. Eg spæli og havi verið virkin komponistur í nærum 30 ár, so eg klári meg. Eg skal ikki siga, at eg ikki banni og svørji av og á, men beinleiðis troyttur eri eg ikki og tað er ikki tí, sum eg fari til myndugleikar og fjølmiðlar við.
- Men tað er ikki bert stuttleiki. Mín undirvísingarleið steðgaði, tí eg mátti velja. Vit høvdu handil, sum so steðgaði, men forlagið gerst størri og størri, so eg mátti velja. Sjálvsagt var lættari at havt fasta løn hvønn mánað, tí annað er altíð ótryggari, men eg eri tó ikki keddur av tí, eg fáist við, sigur Kristian, sum tó sær nógvar møguleikar fara framvið hjá føroyskum tónleikarum, sum hann hevði ynskt hann hevði møguleika og orku til at gera meira við.
Fangaður í egnari nót
Men kann ein persónur, sum Kristian Blak, sum er samnevndur við so mangt innan tónleikavirksemi, blíva fangaður í egnari nót, so ikki slepst úr hesum aftur?
- Eg sleppi ikki úr tí aftur! Men hetta eru pliktir, bæði so og so, og ein kann bert arbeiða seg úr tí, fáa fólk at gera tað ella seta ferðina niður. Men tað gongur ikki við einum plátufelag. Sigast kann ikki, at nú er ikki meira at geva út. So standa vit við eini fjórðings øld av tónleiki og at lata tað liggja, er ein brotsgerð mótvegis landi og fólki. Ein kann ikki leggja ábyrgdina á onnur. Og tí er ein eisini fangaður av, at ein er sera glaður fyri tað, ein hevur gjørt, so tað vildi verið sum at mist ein part av samleikanum, metir Kristian.
- Men hetta er avgjørt ein vandi. Ein kann jú heldur ikki gjalda øðrum fyri at gera arbeiðið, tí tann møguleikin er ikki til staðar, so tað býtur seg í halan.
Skilligt er, at prátið ferðast víða. Virksemið hjá Kristiani og allari familjuni er stórt. Og sveimandi spurningurin um idealismu sveimar víða undir lágu húsatekjuni á Reyni, har hugfarsliga er høgt til loftið og vítt til veggja.
- Onkur hevur skotið mær í skógvarnar, at eg kundi ikki gjørt tað, eg geri, var eg ikki í Føroyum. Tað er rætt. Men eg kom ikki, sum eg eri nú, til Føroya. Eg havi broytt meg eftir umstøðum og avbjóðingum. Men eg havi eisini verið við til at skapa umstøður og havi verið virkin við í tí, eg havi fingist við, sigur Kristian og leggur afturat, at Føroyar sum lítil tjóð, gevur einum møguleikar at gera seg galdandi.
- Eg eri bert ein brikkur í hesum, sigur Kristian.
- Eg eri virkin og fái jú altíð møguleikan at fáa eitt verk framført. Í Tutl gevi eg eisini mín tónleik út, men vandamikið er at byggja á slíkt, ásannar Kristian hugsunarsamur.
- Ein forkláring uppá idealismu er jú, at fólk fáa burturúr, hava tað stuttligt. Eg taki hattin av fyri idealistum, ið ikki sjálvi eru virkin, sigur Kristian Blak, ið við hávirðing umtalar mangar av fremstu felagsformonnum okkara innan ítrótt og annað, ið ikki sjálvir eru virknir á økinum, men sum leggja eitt stórt arbeiði eftir seg umsitingarliga.
Um 10 ár
Men hvar er Kristian um 10 ár?
- Eg havi ætlanir um at komponera meira. Eg havi nógv hugskot, ið ikki eru vorðin veruleiki enn. Sum 65 ára gamal fái eg pensjón. Vónandi spæli eg framvegis tónleik og ferðist framvegis, tí tá sær ein samfelagið innanífrá. Hesum vil eg fegin halda fram við, sigur Kristian, ið eisini eigur eftir á at spæla mong av verkum sínum inn á fløgu.
- Fyri 10 árum síðani byrjaðu vit uppá so mangt. T.d. helliskonsertirnar. Tað eru mangir møguleikar í hesum, vit fáast við, so eg havi ikki ætlanir um nakað nýtt.
- Vónandi hevur Tutl umsitingarhøli og virkar sum stovnur, sigur Kristian og hugleiðir ásannandi um, at ein dag skal onkur taka yvir.
- Vónandi er eisini eitt spælistað komið tá, tí í mínari verð er látuligt at skriva álit eftir álit, uttan at gera nakað við hesar trupulleikar.
Kristian er í hesum døgum á tónleikaferð í Argentina í ein mánað, so hvør umsitur, svarar telduposti og letur postin upp, er ein góður spurningur, men tíbetur er februar ikki longsti mánaðin.