ÍF saknar fleiri lyklaspælarar

B68 hevur møguleika at taka seg nærri bjargingini í oyggjauppgerðini, sum seinnapartin verður í Fuglafirði

Ólavur Larsen venjari hjá ÍF skal seta liðið av nýggjum, nú fleiri lyklaspælarar eru burtur

Eftir summarsteðg í ein lítlan mánað verður tað seinnapartin aftur fótbóltur í bestu deildini.

 

Ein dystur er í ólavsøkuumfarinum, sum verður frá í dag av og fram til ólavsøkuaftan.

 

ÍF fær vitjan av B68. Stigatalvan sigur, at B68 er næstaftast við seks stigum, og at ÍF er á sjeynda plássi við 11 stigum. Gongdin í summarsteðginum kennist soleiðis, at B68 hevur styrkt um sína støðu við at Rói Hentze Mørk er nýggjur málverji. Petur í Túni Petersen er darvaður av fótskaða.

 

Lukasz Cieslewicz, Tonni J. Thomsen og Chris Jastrzembski eru tøkir aftur eftir leikbann.

 

Hjá fuglfirðingum eru álopsspælararnir Uros Stojanov og Filip Djordjevic burtur, og miðvallarin Bogi Reinert Petersen er leikbannaður. Haraftrat eru fleiri av ÍF spælarunum darvaðir av skaðum, og tað er greitt, at Eli Joensen, sum er leigaður úr NSÍ, verður málverji. Martin Danielsen er givin, og Jákup Nolsøe Olsen er framvegis ikki komin fyri seg eftir brot í fótinum.

 

Tá ið ÍF 28. apríl var á Toftum, endaði tað við 3-1 heimasigri.

 

ÍF - B68: Dagfinn Olsen kl. 15.00

 

Ólavur Larsen venjari hjá ÍF skal seta liðið av nýggjum, nú fleiri lyklaspælarar eru burtur