Uppflytararnir TB og føroyameistararnir B36 fingu eitt stig í part, tá liðini møttust á Sevmýri sunnudagin.
Viðurskiftini við sjóferðsluni um Suðuroyarfjørð vóru ógreið um vikuskiftið, so B36-ararnir fóru suður við tyrlu longu leygarkvøldið. Men hóast B36-liðið sostatt var væl fyri sunnudagin, var tað TB, sum byrjaði best. Longu í fyrsta minutti legði heimaliðið seg á odda. Eitt hornaspark úr høgru síðu varð sent eftir jørð innfyri, og har stóð Sasha Radosavljevic og prikaði bóltin inn til 1-0. B36 kom skjótt fyri seg eftir sjokkbyrjanina, og so líðandi tóku teir ræðið á dystinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð John Petersen spældur leysur í brotsteiginum. Hann gav sær góða tíð og setti bóltin í málið til 1-1. Og eini tíggju minuttir áðrenn hálvleik gjørdist Jákup á Borg knappliga leysur í teiginum, og so var 2-1 til B36.
Men TB-liðið gavst ikki so. B36 fekk ongantíð spælið at koyra rættiliga, og tað var uppiborið, at Sasha kundi javna til 2-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hetta var eisini tað besta av teimum fýra málunum, sum komu í dystinum. B36 misti bóltin í uppspælinum og lívsvandamikli jugoslaviski áleyparin hjá tvørámonnum fekk bóltin við brotsteigarmarkið. Í staðin fyri at skjóta beinanvegin bíðaði hann, inntil verjuleikarin leyp á, fintaði hann og legði bóltin í málið til 2-2.
Sasha skaraði framúr
So sum dysturin gekk, var javnleikur eitt rímiligt úrslit. B36 hevði yvirvág stóran part av dystinum, men miðjan riggaði ikki, sum hon skuldi. Nógv av 4-3-3 spælinum hjá B36 gongur gjøgnum Poul Thorsteinsson á miðjuni, og tá hann ikki spælir væl, sæst tað aftur á liðnum. Venjarin Tomislav Sivic byrjaði á bonkinum, men kom inn rættiliga tíðliga í dystinum, uttan at tað hjálpti nakað munandi.
TB-liðið tykist vera væl fyri. Umstilling frá 2. deild til 1. deild kann vera torfør, men liðið er í góðari konditión og kláraði sunnudagin uttan trupulleikar at fylgja við allar teir 90 minuttirnar. Og so hava teir eisini Sasha, sum enn einaferð skaraði framúr.
ÍF tók fyrsta stikk
Tað var nógvur vindur á Krossinum, tá Sumba og ÍF settu hol á kappingina um løgmanssteypið 1998.
Fuglfirðingar fingu fyrsta málið, sumbingar svaraðu aftur og komu framum, men ÍF fekk síðsta orðið.
Tað var ein av nýggju polsku spælarunum hjá ÍF, Mariniak Maciej, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Bólturin varð sendur fram gjøgnum vinstru álopssíðu hjá fuglfirðingum, og har slapp Maciej framvið aftasta skansa hjá Sumba og kundi uttan stórvegis trupulleikar senda bóltin framvið Sumba-málverjanum, sum var prísgivin.
Men sumbingar fingu javnað áðrenn hálvleik. 22 ára gamli danski spælarin hjá Sumba, Thomas Birk, slapp til baklinjuna, sendi bóltin flatt innfyri, har Jan Poulsen leyp upp um hann og læt hann fara víðari til tann bert 16 ára gamla Hallur Joensen, sum skoraði til 1-1.
Sumbingar framum
Seinni hálvleikur var ikki eitt korter gamal, tá heimaliðið tók leiðsluna. Eftir eina fløkta støðu í ÍF-brotsteiginum endaði tað við, at Sumba fekk brotsspark. ÍF-málverjin Erling Joensen fekk reyða kortið, og Jan Poulsen hjá sumbingum fekk somu viðferð. Marlon Kjærbo setti brotssparkið í netið til 2-1, og restina av dystinum spældu bæði liðini við 10 monnum.
Og tað vísti seg, at fuglfirðingar dugdu betur at spæla við einum manni færri enn vanligt. Útjavnandi málinum syrgdi Áslakkur Petersen fyri, tá ein langur bóltur varð sendur úr høgru síðu tvørtur um vøllin yvir í vinstru síðu. Eftir ein nærdyst slapp Áslakkur ótarnaður at seta ferð á móti málinum og skora til 2-2.
Henda støðan helt sær til móti endanum, tá ÍF fekk tvey mál afturat.
Tað fyrsta var eitt brotsspark, sum Bartal Eliasen avgreiddi uttan møguleika hjá Rúna Lisberg í Sumba-málinum. Hetta brotssparkið ? eingin ivi var um, at dómarin dømdi rætt ? avgjørdi í roynd og veru dystin, og stutt aftan á setti Áslakkur Petersen so punktum til 4-2 við einum máli, sum vindurin og Sumba-verjan eisini áttu sín part av.
Sótu fastir í Havn
ÍF fór heim aftur við trimum stigum og oddasessinum í bólki 2, meðan sumbingar byrjaðu kappingina við einum ósigri á heimavølli. Men úr Sumba frættist, at liðið kortini ikki hevur tær stóru vónirnar um at gera vart við seg í steypakappingini og eisini brúkar hana sum eitt slag av upphiting til landskappingina.
Harafturat skal nevnast, at liðið hjá sumbingum var rættiliga skert við tað, at stuðulsleikararnir Eirikur Joensen og Páll Magnar Kjærbæk orsakað av óregluligu sjóferðsluni ikki sluppu úr Havn til Sumbiar at spæla. Í teirra stað komu 16 ára gomlu Hallur Joensen og Sonni Kjærbo, sum báðir sluppa sera væl frá dystinum.