IJA fer aftur á pall. Í kvøld spælir bólkurin í TB-húsinum á Tvøroyri og mánakvøldið í VB-húsinum í Vági.
IJA spælir nógvan nýggjari tónleik, ið er frammi júst nú, umframt góðar kendar klassikarar.
IJA er samansettur bólkur við royndari manning. Manningin er úr Impulz, Júmen og Aria og er hon henda: Hjalmar Magnussen, sang og guitar, Magni Huusgaard, ljómborð, Dagfinn Olsen, bass og Dánjal Jákup w. Holm, trummur.
Manningin er roynd og er virkin í mongum bólkum og IJA er ein heppin samanrenning av hesum virknu tónleikarum. Bólkurin hevur áður spælt í Suðuroynni og í Klaksvík.