"Ikki ber til at halda hús við ongari morreyðari ær"

­ Vit mugu sjálvi gera okkurt. Hin eldri, einsvæl og hin yngri, má sjálvur vera virkin, og fáa sær áhugamál. Og tað ber til hjá øllum, sum hava førleikan. Soleiðis kunnu vit skapa okkum sjálvum góð ellisár, og samstundis verða eitt vælsignilsi fyri okkum sjálvi, og okkara medmenniskjum

Á eldradegnum á Tvøroyri seinasta leygardag, tosaði Heri Joensen, prestur í Vági, við pensjónistarnar um livsvirði og týdningin av at hava eitt innihald í lívinum.

Heri Joensen segði, at hann fór at draga eitt sindur av tí vísindaliga um ellina og tað at eldast fram.

Men samstundis fór hann at draga ymiskt fram úr heimliga umhvørvinum, úr lívinum í Føroyum í dag og áður, tí sum okkum kunnugt, er tað nógv broytt.


Tað hevur stóran týdning at eldast væl

­ Vit eldast øll. Lívinum fylgir tað at eldast. Tí hevur tað alstóran týdning at eldast væl.

­ At vera ungur í anda ber væl til, men hitt øvugta hendir eisini fyri yngri fólk, tey gerast gomul fyri tíðina, tey steðga upp.

Heri Joensen segði, at vit kenna dømi um fólk, sum blomstraðu og vóru skapandi á heilt høgum aldri.

Churchill skrivaði sínar søgubøkur á gamalsaldri, níti ára gamalur skrivaði Knut Hamsun, heimskendar skaldsøgur men ikki nýtist okkum at leita longri enn til okkara egna William Heinesen, sum var skapandi og virkin allar sínar dagar. ­ Og nú legði so Móðir Theresa frá sær, virkin til hon var 87 ára gomul.

­ Hesi hava lagt nógv eftir seg til ókomin ættarlið.Vágsprestur segði, at hetta vóru nøkur dømi um fólk, ið høvdu andalig evni óskerd alla sína tíð. Helst tí, at tey vóru upptikin av tí, sum fyrifórst rundanum tey.

­ Vísindaliga er elli ein sergrein í sálarfrøðina sum nevnist gerontologi.

­ Hesi vísindi fáast við elliseyðkenni hjá lívverum, serliga fólki, og tær taka fram nøkur felags eyðkenni við støði í tí samfelag, vit liva og virka í.

­ Samfelag okkara broytist, og tað skjótari, enn vit mangan megna at fylgja við.

­ Av hesum broytast lívsvirðini eisini.

­ Tað, sum fyrr varð hildið at hava alstóran týdning, hevur als ongan týdning fyri tey, sum yngri eru nú.

­ Av hesum sama kann tað mangan verða ringt hjá teimum eldru og teimum yngru ættarliðunum at skilja hvørt annað.

Heri Joensen segði, at eitt dømi um hetta er ullin og lønsemið í henni.

­ Hvør leitar í dag eftir lesull. Og valla er hon í mongum eygum neyvan verd ta olju ið fer til at brenna hana.

Sjálvur er hann føddur mitt í fimtiárunum, men hann minnist væl at tey eldru úti í Svínoy, haðani hann er ætttaður, nappaðu, karaðu, spunnu og bundu hesar vælsignaðu hosurnar og troyggjurnar.

­ Tað vil siga, at ullin fór við einum fittum parti av tíðini hjá teimum eldru.

­ Kanska hugsaðu tey ikki so nógv um lønsemið í hesum. Kanska var tað meiri lívsvirði í hesum at skapa, sum lá teimum fremst í huga, heldur enn at sita fyri einki, sum tá var mett at vera ein ódygd.

Heri Joensen sigur, at hann minnst ein eldri bygdarmenn sum segði at mamma hansara einaferð hevði tikið soleiðis til, at ³tað ber ikki til at halda hús við ongari morreyðari ær3.

­ Í dag hugsar eingin soleiðis, hóast hetta ikki er so langt síðani. Men hetta vísir, hvussu skjótt alt broytist

Hann sigur, at nú falklendingar vóru her uppi og skuldu læra seg at hagreiða seyðakjøt, tí teir tveittu alt burtur, og brúktu bara ullina av seyði, hevði hann hugsað, at kanska kundu føroyingar gjørt ein góðan handil við at latið teimum ullina, so kundu vit fingið kjøt afturfyri.

Prestur greiddi frá kenda sálarfrøðinginum Erik H. Erikson, sum í sínum menniskjalívsrannsóknum legði dent á tey ymsu aldurstigini, og hvat eyðkendi tey.

Hann segði, at útfallini vóru antin positiv ella negativ.

­Sjálvandi var ynskiligt, at útføllini vóru positiv, so at vit í einum og hvørjum aldursskeiði hildu lívið vera vert at liva.

­ Tí at lívsvirði eru altíð tað, sum gevur lívinum meining.

­ Men vandin fyri at steðga upp, lúrir eisini. Ja, møguleikin er at steðga upp ungur, missa áhugan, og so ikki koma víðari.

­ Tí sigur hann, at í einum og hvørjum aldursskeiði verður hin einstaki sum menniskja, noyddur at meta, at góðtaka tað, sum farið er, góðtaka, at hetta var, og er lívið, og at hugsa sum so, at hevði eg livað umaftur, so hevði eg gjørt tað, sum eg gjørdi.

­ Hetta er tað positiva útfallið.

Hitt negativa útfallið er, at hugsa sum so, at ³hevði eg liva umaftur, so skuldi eg gjørt tað ella tað.3

­ Og tá er skjótt at verða beiskur og at knarra inn á ungdómin, sum ikki altíð er eftir okkara høvdi.

Mangan hevur Abraham í Gamla Testamenti verið brúktur sum dømi um tað positiva útfallið.

Tað stendur, at hann fór í friði hiðani, merktur av lívsdøgum, føldi seg ríkiliga vælsignaðan, nøgdur við lívið og seg sjálvan og so at verða kallaður Guðs vinur.


Tað vendist ikki aftur

Heri Joensen segði, at vit mugu gera okkum greitt, at samfelagið broytist við rúkandi ferð, og har vendist ikki aftur, antin vit vilja tað ella ei.

­ Tí er tað góður eginleiki fyri ungan, einsvæl og eldri, at duga at umstilla seg til ymisk viðurskifti.

­ Men vit mugu hava í huga, at hin yngri hevur lættari við at umstilla seg enn hin eldri. Tað vil siga, at persónleiki okkara stívnar við árunum, kanska verða vit treiskari, og vit hava verri við at broyta lívsháttum og vanum, sum vit eldast.

­ Men eisini hetta er vert at hava huga, at lívsvirði, og tað, sum vit halda hevur alstóran týdning, heldur onkur annar hevur minni at siga, og øvugt. Og vit noyðast at finna okkum í hesum hugafarsbroytingunum í samfelagnum


Undir torvhúsvegginum - áðrenn telduna

Heri Joensen segði, at nøkur av dýrabarastu minnum hann hevur frá óvitaárum eru dagarnir úti á heiðini.

­ Tá skein sólin altíð, -í huganum- og fuglurin læt.

­ Lívsvirðini, fyri óvitan í hvussu so lógu í ánni og í vatninum saman við leikfeløgunum, ið hugsaðu eins og eg sjálvur.

­ Heimurin var ikki størri enn so, enn at í vatninum var báði Amerika Grønland, Ísland, Svínoyggin o.s.fr.

Í hamrinum omanfyri bygdina var øll Svínoyggin við sínum hagapørtum og vit høvdu horn til seyð.

­ Smábátaútróður var eisini og børn fylgdu við, hvat teir fingu, og vit fiskaðu seiðamurtar á bryggjuni.

­ Genturnar spældu við kjálkamuur av tí at mammur teirra, ella ommurnar, ambætaðu neytum.

­ Soleiðis fingu børnini innlit í arbeiði teirra vaksnu og lívsvirðini bórust víðari.

­ Hetta er broytt í dag, tí nú hava børnini minni innlit í dag, foreldrini gera á skrivstovuni, ella aðrastaðni.

Heri Joensen segði, at á heiðini hendi eisini mangt.

­ Ikki var onki um klandur har eisini, klandur um torvheiðar, onkur hevði skorið inn um mark hjá onkrum øðrum.

­ Mógvur var dýrabarur. ­ Men spyr tey yngru í dag um mark úti á torvheiðini. Og hvør leggur í mógv?

­ Eins dýrabar er mær sagt, at tarabrúgvin var tá, tað ráddi um at verða fyrstur í taran. Hetta var jú áðrenn handilstøðini gjørdust vanlig.

­ Her er nakað, sum í dag er kallað siðsøga, sum tað yngra ættarliðið, ið vaks upp á asfaltinum, hevur ringt við at skilja, sum vituligt er, tí samfelagið, tey liva í, og lívsvirðini, eru broytt

Prestur segði, at hann nevndi hetta fyri at minna á broytingarnar í okkara tíð.

­ Undir torvhúsvegginum varð bálið kynt drekka kókað og vit fingu breyðflís við skerpikjøti ella rullupylsu.

­ Meg minnist enn, hvussu myggjabitarnir stungu, Men minnini eru dýrabar. Eisini tá ið onkur eldri leitaði framvið, settist niður og fekk ein drekkamunn.

­ Hesa árstíðina lógu lívsvirðini úti á bygd í torvterranum, tí tað hevði alstóran týdning fyri varman tann langa veturin.

Har undir vegginum vórðu eisini søgur sagdar, stuttligar søgur eisini, fólk høvdu tíð at práta og náðir at seta seg niður.

­ Í dag er hetta alt blivið siðsøga. Sjálvandi er lættari bara at trýsta á knappin, ella tendra kontaktina. Men eg haldi, at vit hava mist nakað, sum ikki kemur aftur.

­ Tá varð torvið borið á bakinum í leypi, eins og tarin og tøðini.

­ Og fyri at nevna tøðini, so er mær sagt, at í Svínoy, haðani eg eri ættaður, bóru seks ella átta húskallar tøðini á bakinum fýra fjórðingar úr Gullaksstovu til møtis yvir í Viðurbergi, sum vendir ímóti Fugloynni. So dýrabar vóru tøðini tá. Nú fara tey í ánna mangastaðni.

­ Og tá gramdi ongin seg um ringan rygg, henda rygg, sum mangur ungur í dag er óarbeiðsførur av, og livir av eisini.

­ Hvørt hevur sína tíð, tey vitstu ikki um nakað annað og vóru helst líka nøgd, sum fólk eru nú á døgum.

Hesin sami Erik H. Erikson sigur nakað soleiðis, at týdningamikið er at hava áhugamál, at hava ítriv, tí vit liva í einum samfelag í dag, har ið arbeiði og frítíð eru meiri atskyld enn áður.

­ Fyrr, úti á bygd, var arbeiði frítíð og frítíð arbeiði.

­ Hesi vóru ikki atskild, sum tey eru nú í stórbýnum. ­ Tí ræður um í nútíðini at hava okkurt at brúka frítíðina til, at brúka hana rætt til okkurt, sum gevur lívsvirði og lívsdygd. Og líka týdningarmikið er at velja tað rætta. Tí ikki tykkum at siga, so finnast eisini ósunn áhugamál.

­ Talandi dømi er tann nýggja ølstovumentanin, sum blómar í høvuðsstaðnum, har mangur brúkar sína seinastu krónu.

Heri Joensen helt, at hetta var óføroyskt og nýtt.

­ Betri hevði verið at tikið sær stundir til ítrótt, ein túr í Guðs fríðu náttúru, ella okkurt annað uppbyggiligt.

­ Men áhugamál eru ikki nakaðsum kemur dettandi omanífrá niður yvir okkum, tá ið vit gevast at arbeiða.

­ Vit mugu sjálvi vera virkin. Sunn áhugamál geva lívsdygd og lívsvirði fyri ungan, einsvæl og eldri, geva okkum samband við við fólk við sama áhuga og menna andans megi, eisini hjá teimum eldru.

­ Í hesum sambandi hava pensjónistafeløgini gjørt eitt fyrimyndaligt arbeiði við at hava felagskvøld. hugnakvøld, spælikvøld og við útferðum innan- einsvæl og uttanlands.

­ Og táið ein kemur á tal við eldri fólk, eru tey ríkað av hesum útferðum, eru uppyngd.

­ Slíkir felagsskapir og slík ferðaløg, geva lívsvirði, so at eg næstan gleði meg til at blíva limur í pensjónistafelagnum, táið tann tíð kemur.

Gamli heimsspekingurin Aristoteles, sum livdi í Grikkalandi nøkur hundrað ár fyri Krist, segði longu tá, at menniskja er ein sosial verða, ætlað til samskifti við onnur, og ikki til vera einsamøll. At hittast og verða saman, gevur okkum lívsvirði og lívsdygd.


Yvir telduni- ikki undir torvhúsvegginum

Heri Joensen segði, at við nýggju miðlunum, fyrst útvarpinum, síðani sjónvarpinum, og parabolini, hava vit fingið ummheimin, og ikki minst útheimin fluttan inn í stovuna.

­ Hetta var ein hending so stór, at hon broytti lívsvanarnar hjá fólki.

­ At halda skyming mátti dvína, her hvar ið fólk sótu saman og prátaðu um dagsins gerning, veðrið, skyldfólk, ella hvat tað nú kundi vera.

­ Gekkurin hevði í fyrstuni so stórt tak á fólki, at møtini og aðrar samkomur máttu flytast til tey kvøld, ongin Gekkur var.

­ Spurningurin er, um vit her, frammfyri ³húsaltarinum3 - sjónvarpinum- hava fingið ein nýggjan, og liðiligari form fyri sosialari samveru. Ella vit himprast við at vitja onnur, tá ið sjónvarp er.

­ Og nú er so bara mánakvldið eftir- hjá teimum, sum ikki hava parabol.

­ Hesir miðlar gera okkum ivaleyst vísari, men teir kunnu ongantíð nøkta tørvin á at koma í samband við onnur fólk, tí tað er bara í felagsskapinum við menniskja, at vit uppliva medmenniskjansligheit.

­ Sjálvandi hevði borið til at sett skerm upp í hvørjari kirkju, so kundi eg bara siti heima í stovuni og hildið sunnudagsprædikuna.

­ Men tá høvdu vit mist hitt dýrabarasta vit eiga, samfelagið, nærveruna um Guðs orð - Gudstænastuna í orðsins rætta týdningi.

­ Tí Paulus apostul sigur, at lívið í meinigheitini- hvør hon so enn er - í Kristusi, verður veruleiki í tann mun, vit koma hvør øðrum við, og gera okkum galdandi við tí góða.

­ Við árinum verða vit vís, plaga vit at siga. Vit fáa royndir, og hesin vísdómur at duga streym, at duga at loysa úr lagdi, at ambæta dýrum var áður neyðugur til lívsins uppihald.

­ Lívsvirðini lógu í hesum at fáa kunnleika frá abbanum ella ommuni, ella teimum eldru, sum høvdu lívsroyndirnar.

­ Lurtaðu vit eftir teimum, so høvdu vit eisini møguleika at gerast vís, at blíva skilafólk.

­ Í dag er øldin ein onnur, telduøldin og internetið.

­ Internetið hevur hildið sínainnrá segði prestur í Vági. Og viðhvørt hevði hann til stuttleika spurt næmingar sínar á studentaskúlanum um teir ikki høvdu ommu ella ein abba, sum kundi hjálpa teimum at gera uppgávur á teldu. Svarið kendi hann sjálvandi frammanundan.

­ Hóast hetta, situr eldra ættarliðið inni við virðismiklum upplýsingum um okkara siðaarv.

Heri Joensen fortaldi ,at tá ið hann las í Íslandi, minnist hann, at fornminnissavnið har í mong ár hevði sent eldri fólk spurnarbløð um ymist gamalt, fuglaveiði, húsdjórahald, halgihald, ella hvat tað kundi vera.

­ Væl varð tikið undir við hesum. At svara hesum spurningum var kanska ein máti hjá teimum eldru at fáa tíðina at ganga tey longu vetrarkvøldini.

­ Hetta arbeiðið byrjaði í trýatiárunum, og tað verður hildið á enn. Og nú er hetta virðismiklir upplýsingar, sum kunnu brúkast í lærubókum og í teldum.

­ Tí tað at vera føroyingur, er at kenna sínar røtur og harvið lívið hjá forfedrum okkara.

­ Uttan siðsøgu okkara, høvdu vit verið fátækari sum tjóð, teldan kann verða eitt frálíkt amboð at skráseta, men tað kundi ivaleyst verið gjørt meiri at bundi ættarliðini beti saman.


Vit mugu sjálvi

At enda nam Heri Joensen við tað at eldast og arbeiði og áhugamál.

­ Vit vita øll sum arbeiða, at tann dagur kemur, tá ið vit skulu leggja frá okkum og fara av arbeiðsplásinum.

­ Onkur hevur sagt, at vit helst skulu fara frá, áðrenn vit halda, at tey klára seg ikki uttan okkum.

­ Hetta eiga øll at gera sær greitt nóg tíðliga, serliga í hesum arbeiðsloysistíðum.

­ Sjálvandi kann hetta skapa eitt tómrúm í tilveruni. Men tað kann eisini geva okkum nýggjar møgu leikar.

­ Er heilsan góð, verður eisini tíð til avlops -ov nógv tíð til, at tað ber til at spæla bingo alla tíðina, helt onkur fyri.

­ Tí er tað av alstórum týdningi at hava áhugamál, sum geva lívinum innihald og virði. Tað at vera upptikin av einhvørjum gevur lívinum virði.

­ M.a. eru ymisk kvøldskúlatilboð, blómugarðurin skal røkjast og felagskapurin við onnur. Guðshúsini standa eisini opin minst hvønn sunnudag, sunnukvøld og halgidagar. Og tað ber til at gera sær tað til ein góðan vana at ganga í guðshúsini.

Heri Joensen segði, at onkur hevði spurt seg, hví tað bara vóru gomul fólk, sum gingu í kirkju.

­ Eg fór at hugsa um hetta. Í vági plagar at verða um 100 fólk í kirkju.

Men síðani hann byrjaði sum prestur fyri átta árum síðani, hevur hann havt einar 200 jarðarferðir.

­ So vóru tað bara gomul fólk, skuldi ongin verið eftir, ja, tað skuldi staðið minus 100 á kirkjukontoini nú.

­ Men tað vísir seg, at táið fólk koma í ein ávísan aldur, fara tey at leita í gudshúsini. Men tey, sum leita í gudshúsini, eru tey, sum hava lært at ganga har sum børn.

­ Tá er sáðið lagt í tey.

­ Men vit mugu gera okkurt sjálvi.

­ Tann eldri má ríva seg upp úr stólinum, styrkja seg sjálvan og fáa sær áhugamál. Tað ber til hjá øllum, sum hava førleikan. ­ Soleiðis kunnu vit fáa rík ellisár, har vit samtíðis eru til vælsignilsi hjá okkum sjálvum og okkara medmenniskjum.

­ Ein gamal plagdi at siga, at lívið er vert at liva, tá ið vit kunnu hyggja frítt uppá hvørnn annan. Tá er stuttligt at vera til.