Ikki ein roynd at forða útlendskum íløgum

- Hetta er ein betur íløga enn at seta ognirnar í útlendsk virðisbrøv. Vit hava avgjørt góðar vónir um, at keypið av Tórshavnar Sjómansheimi er ein góð íløga fyri felagið og viðskiftafólkini hjá okkum, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar

Keyp

Um 20.30-tíðina seinasta leygarkvøld undirskrivaðu stýrið fyri Tórshavnar Sjómansheim og Tryggingarfelagið Føroyar sáttmála um sølu/ keyp av sjómansheiminum. Tað er Eyðfinn Jacobsen, adv., sum vegna stýrið hevur staðið fyri søluni, og undirskrivingin fór fram á skrivstovuni hjá honum.
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur, at felagið fekk eitt skriv frá Eyðfinni Jacobsen, sum vegna stýrið boðaði frá, at ætlanin var at selja sjómansheimið. Í skrivinum spurdi sakførarin, um tryggingarfelagið hevði áhuga fyri at keypa.

Stórt potentiali
- Jú, tað høvdu vit avgjørt. Tryggingarfelagið hevur frammanundan keypt Hotel Føroyar og Vallarheimið hjá Smyrli Line, og hetta hevur víst seg at vera ein góð íløga.
Stjórin sigur, at leygardagin komu viðurskiftini upp á pláss, og leygarkvøldið varð so sjálv avtalan undirskrivað.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv felagið hevur keypt sjómansheimið fyri, men leggur dent á, at hann er væl nøgdur við prísin.
- Vit hava gjørt okkara útrokningar og hava avgjørt góðar vónir um, at keypið av sjómansheiminum eins av Hotel Føroyum og Vallaraheiminum er ein góð íløga. Hetta er ein betur íløga enn at seta ognir tryggingarfelagsins í útlendsk virðisbrøv. Haraftrat kemur, at Tryggingarfelagið Føroyar sum føroyskt felag heldur ynskir at gera íløgur í Føroyum enn uttanlands og ikki minst í slíkar vinnur, sum vit meta hava eitt potentiali, sum hann tekur til.
Onnur feløg, sum Tryggingarfelagið Føroyar frammanundan eigur partapening í, eru eitt nú Smyrli Line og Havsbrún í Fuglafirði. Felagið hevur eisini veitt Smyrli Line ábyrgdarlán.

Rakstrarfelag
Gunnar í Liða sigur, at Tryggingarfelagið Føroyar fer ikki at reka Tórshavnar Sjómansheim, men fer at leiga bygningin út til eitt rakstrarfelag, sum síðan rekur hetta virksemi fyri tryggingarfelagið.
- Vit hava 1,4 miljardir krónur, sum skulu plaserast onkustaðni, og tað er okkara uppgáva at syrgja fyri, at hesin peningur gevur eitt so stórt avkast sum gjørligt. Vit keypa sjómansheimið sum eina peningaíløgu, og vit meta eisini, at tað fer at tæna ferðavinnuni í Føroyum, at Tryggingarfelagið nú bæði eigur Hotel Føroyar, Vallaraheimið og Tórshavnar Sjómansheim.
Spurdur, um keypið av føroysku ognunum hevur nakað við óttan fyri útlendskum kapitali í Føroyum at gera, sigur Gunnar í Liða.
- Nei, okkara avgerð um at keypa Hotel Føroyar, Vallaraheimið og nú eisini Tórshavnar Sjómansheim hevur einki við møguligar útlendskar íløgur í Føroyum at gera. Hetta er ikki ein roynd at forða útlendskum íløgum í Føroyum, men eitt keyp, sum vit eru sannførdir um er skilagott fyri okkara felag og viðskiftafólk felagsins, sigur Gunnar í Liða.