Selatrað: Fýra bilar út av vegnum í bert ein mánað!
Tað er ikki smávegis av óhappum, sum eru hend á hesum smala vegastrekkinum í seinastuni.
Fyri sløkum mánaði síðani fór ein bilur út av vegnum beint norðanfyri Kolbeinagjógv. Bilurin endaði í einum gerði og tók ein stóran part av hegninum við sær.
Nakrar dagar seinni fór ein kavaplógv hjá landsverki niðan av vegnum mitt í bygdini á einum av smølu støðunum. Valdagin í farnu viku fór ein fullur tangabilur av spræningartøð niðan av norðast í bygdini.
- Enn liggur nakað av hesi evjuni og esjar í vegkantinum og í grøvini, sigur ein ikki sørt harmur Meinhard Jacobsen.
Sunnunáttina hendi so tað sama aftur: Ein persónbilur fór útav á sama staði sum tangabilurin. Hesin fór kortini oman av smala vegnum.
Felags fyri allar hesar bilarnar er, at teir eru farnir útav á einum av smalastu strekkjunum á Selatraðarvegnum. Lukkutíð er ikki so høgt omanav júst her, eins og tað er aðrastaðni á vegnum.
- Eg heiti tí á nývalda bygdaráðið um at vísa vilja og áræði fyri at streingja á myndugleikarnar at gera nakað við Selatraðarvegin!
Eingin motorvegur
Tað er ikki so, at fólkið í Kolbeinagjógv er farið at venja seg við at bilar fara út av vegnum.
Hetta ynskja tey ikki á nakran hátt fyri nakran, men veruleikin henda seinasta mánaðin hevur í øllum førum prógvað, at hetta er ikki eitt nóg trygt vegastrekki at koyra eftir – hvørki hjá bygdarfólki, monnum hjá landsverki ella hjá teim ið koyra tangabilar, bussar ella onnur størri akfør.
Ein av teimum sum hevur víst á, hvussu neyðugt tað er at hetta sjey kilometrar langa vegastrekkið millum Strendur og Selatrað verður gjørt liðugt, er júst Meinhard Jacobsen.
Hann situr í bygdaráðnum á Strondum fram til nýggjárs, og vísti undan kommunuvalinum á, at hetta vegastrekkið nærum ongan góðan eigur. Neyðugt er tí at fáa tað gjørt liðugt allan vegin.
- Ongin av okkum sum búgva her krevja, at Selatraðarvegurin skal gerast til ein autobahn. Men tað er væl ikki ov mikið kravt, at vegurin verður nútíðargjørdur frá einum enda av og at hann verður gjørdur liðugur so hvørt, sigur Meinhard Jacobsen.
Hetta skal alt gerast fyri at fáa fólkið at trívast og støðast í teimum trimum bygdunum, ið liggja fram við vegnum – Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.
Eigur ongan góðan
Meinhard Jacobsen vísir á, at Selatraðarvegurin varð gjørdur av smágróti og eyri fyrrapartin og miðskeiðis í farnu øld. Síðani tá er lítið og einki gjørt fyri at betra um koyriumstøðurnar.
- Tí er vegurin als ikki tíðarhóskandi til ferðsluna í dag. Tað mest harmiliga er kortini tað, at vegastrekkið ongan góðan eigur, slær hann fast.
Asfalt er lagt á vegin nakrar ferðir, og har ikki eyrur er undir asfaltinum, er ber mold. Tí er greitt, at vegurin als ikki kann halda til tey stóru og tungu akfør sum skulu koyra eftir hesum vegnum dag og dagliga.
Vegurin er haraftrat skrædnaður í fleiri støðum, og er als ikki tryggur at ferðast eftir. Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at fólk ikki sleppa til arbeiðis ella børn í skúla, tí kavaruddingin ikki er liðug.
- Ja, eg vil næstan fara so langt sum at siga, at vegurin er beinleiðis vandamikil fyri tung akfør í dag, sigur Meinhard Jacobsen, og leggur síðani álvarsamur aftrat:
- Hjá okkum, ið dagliga ferðast eftir hesum vegi, er spurningurin ikki »um« vanlukkan hendir, men heldur »nær« hon hendir. Tað er bara at vóna og biðja til, at vanlukkan ikki rakar skúlabussin ella ein buss við 50 ferðafólkum til Selatraðar!
Í hálvum gekki
Tann, ið koyrir eftir Selatraðarvegnum kann staðfesta, at onkrar hissini grótrúgvur er tveittar her og har av Lághálsum uttarlaga á Strondum og allan vegin norður til Selatraðar.
- Hetta skal eitast at betra um vegin. Men tey sum ferðast her dagliga, eru alt annað enn samd við hesum!
Onkrastaðni er lagt nakað av gróti við tungum lastbilum, sum í roynd og veru bert hava gjørt tann vánaliga vegin enn verri. Nógvastaðni liggur alt bara í hálvum gekki og er satt at siga bara til tað verra.
Fólk standa bara spyrjandi og undra seg yvir, hví játtanin til Selatraðarvegin ikki verður brúkt við skili:
- Tað rættasta hevði verið at byrja frá einum enda, og síðani gjørt arbeiðið liðugt sohvørt, slær Meinhard Jacobsen fast.
Sosialurin fer at fylgja hesum málinum komandi dagarnar!