Um trý tíðina í nátt fekk havnarskrivstovan á Tvøroyri eina fráboðan um, at ein bátur var komin í neyð norðanfyri Tvøroyri.
Havnarskrivstovan gjørdi skjótt av, og sendi tríggjar mans avstað við Hvannhólmi, ið vanliga verður brúktur til loðsbát, at hjálpa fremmanda bátinum, Globus.
- Vit fingu fráboðanina um trítíðina, at ein bátur var farin á land við nær við Urina ella Múlatanga. Tað er sunnara armurin av Hvannhaga. Vit fóru alt fyri eitt avstað við Hvannhólmi og vóru hjá fremmanda bátinum einar fjøruti minuttir seinni, sigur Páll Eli Joensen, ið var ein teirra, ið hjálpti fremmanda bátinum í nátt.
Tá manningin umborð á Hvannhólmi kom fram á Globus, lá hann og bangaði móti grótinum.
- Tann aftara endin lá leysur, meðan tann fremji endin lá og bangaði móti grótinum. Líkindi vóru tó góð, men tað hevði ikki verið leingi aftrat áðrenn hol kom á bátin.
- Tað gekk væl at fáa bátin leysan aftur. Tað er altíð eitt sindur av panikki í eini slíkari støðu, men menninir vóru sum heild róligir. Vit fingu ein enda um beinanvegin, og sleptu so, tá Brimil kom á staði.
Óvist er hví báturin fór á land, men mett verður, at talan var um ein róðurskaða.