Teir fáu sluppu at kroysta sínar normar yvir tey mongu. Tann gamla Vilhelmine Christine Himmeline Justesen, kallað upp eftir sjálvum Kristi og himmalfarsdegi hansara, varð strikað, tí hon hevði fleiri enn tvey nøvn, og um onkur eftirkomari hennara sleppur at bera Himmelinenavnið, er allarhelst óvist.
Men skamt skulu harðir harrra ráða.
Tann miseydnaða navnalógin frá 1992 bleiv endurskoðað, og nú eru rúmari ræsir, men ikki nóg gott kortini, tí vit skulu als onga navnalóg hava, meini eg. Vit skulu sleppa at brúka øll tey nøvnini, sum verið hava í 19. og 20. øld. So einfalt, og tá verður maður/ kona ikki kallað(ur) burtur úr ætt.
Jógvan av Lakjuni hevur víst á skilaloysið í navnalógini. Jú dømini eru har. Eitt nú ber til at eita og skriva seg Jonn og John, men ikki Michael. Her skal tað vera Mikal. Hví hava John, men ikki Michael? Er tað demokratiskt, ella eru undantaksloyvi givin teimum fáu? Hvussu við Jenný. Hetta gongur ikki eftir føroyskum framburðarreglum, men eftir íslendskum, har -ý hevur ein -i framburð, meðan vit vissuliga siga -ui í føroyskum. Tí skuldi tað, skal tað skrivast eftir føroyskum reglum, verið Jenny.
Nøvn og máldeyði
Nøvn valda ikki nakran máldeyða. Einki mál í hesum heimi er deytt, tí tað hevur havt fremmand nøvn, og grundin er hon, at nøvn eru indeks.
Hetta gongur aftur til amerikanaran C.S.Peirce. Hann tosar m.a. um tekn, eisini málslig tekn, og fyri at lætta eitt sindur um, kunnu vit siga, at eitt málsligt tekn er tað sama sum eitt orð, sjálvt um tað ikki heilt er tað sama.
Man lat tað fara.
Hetta greinarpettið skal ikki nýtast til annað enn at vísa á, at nøvn standa á jøvnum føti við eitt nú hjáorð og fornøvn í teirri málsligu skipanini.
Peirce hevur eitt trýbýti av tekninum. Hesi kallar hann ikon, indeks og symbol.
Sært tú eina mynd av Nólsoynni, er eitt beinleiðis, fysiskt samband ímillum Nólsoynna og myndina, og hetta er eitt ikon. Viss orð hava hetta sama í sær. Tað eru ljóðeftirhermandi orð. Tú hevur eitt beinleiðis, fysiskt samband ímillum krá, krá og krákuna, t.e., ímillum ljóðketuna og dýrið.
Onnur tekn eru indeksini, sigur Peirce.
Sært tú royk, gevur hann tær eina psykologiska assosiatión til eld. Sært tú fótafet í kavanum, fær tú eina psykologiska assosiatión til eitt menniskjað.
Viss orð í málinum eru indeks. Talan er um fornøvn sosum eg, tú, hann og hjáorð eins og her, har, nú?
Um systir tín sigur eg fari at keypa, fært tú, sum hoyrir setningin, eina beinleiðis, psykologiska assosiatión ímillum fornavnið eg og tann persónin, tað peikar á. Sigur beiggi tín, omman ella farbróðurin ella onkur heilt annar, t.d. løgmaður, at eg fari at keypa, vísir fornavnið í hvørjum einstøkum føri til hesar persónarnar. Lurtarin fær tá eina aðra psykologiska assosiatión ímillum orð og persón. Hetta eru indeksini, og tað átti at verið rímiliga greitt, at nøvn, og eisini staðarnøvn, hoyra undir henda bólk. Lurtarin fær eina psykologiska mynd, so at siga, av persóninum, tá hann hoyrir navnið. Tað er einki í bók-stavasamansetingini, sum skapar hesa psykologisku assosiatión, sum tað er í ikonunum, har tað fysiskt er eitt samband ímillum ljóðini krá, krá - tey vit hoyra - og krákuna.
Nøvn eru ikon, og sum ikon ganga tey inn í málskipanina á ein annan hátt enn vanlig orð, t.e. symbol, sum vit stutt skulu nerta við niðanfyri.
Í øllum teimum indoeuropeisku málunum, og allarhelst í fleiri øðrum av heimsins málum, er tað soleiðis, at fornavnaskipanin gongur eftir alt øðrum bendingum enn vanlig navnorð. Tað sæst við at benda eitt nú eg, meg, mær, mín mótsett armur, arm, armi. Ólíkskapurin fær ikki verið størri.
Av tí at nøvnini ganga eftir einari aðrari skipan, er tað heldur ikki óvanligt, at tey ikki bendast! Vanligt er í føroyskum at siga, at eg fari at vitja Ólavur - meðan tað næstan er undantakið, at fólk siga eg fari at vitja Ólav, og hetta stendst júst av, at nøvnini eru ikon, ikki symbol. Málsøguliga sæst tað eisini, at tey eru annarleiðis enn vanlig orð í málinum. Tí er tað, at mann í staðarnøvnum hevur undarligar formar eins og Strapuli í Sandavági ella Roggutuóm, eitt seyðafylgi, sum kemur av Reiðgøtuóm. Um hetta seyðafylgi hevur E. Weyhe skrivað eina grein. Nøvn verða eisini samanrykt og vit finna Jón frá Jóhannes o.s.fr., júst tí tey uppføra seg annarleiðis enn vanlig orð.
Stutt skal eg nevna, at C.S.Peirce sigur um vanlig orð, at tey eru symbol. Tekur tú orðið hundur, so er einki samband ímillum ljóðketuna og merkingina. Tað er einki í u t.d., sum sigur, at hetta orðið skal nýtast fyri ein hund, og sum symbol, stendur tað fyri allar hundar, vit hava í heiminum í dag, teir sum vóru, og teir sum koma skulu.
Samanfatandi kann sigast, at natúran í nøvnum er soleiðis, at tey e r u annarleiðis enn vanlig orð, og tað sigur so mikið sum, at tey ikki volda nakran máldeyða. Tí er ein navnalóg, um ætlan hennara er at verja føroyskt, burtur úr vón og viti, og meini eg eisini, at frægast er at avtaka navnalógina. Eg meini, at føroyingurin skal sleppa brúka øll tey nøvn, sum verið hava í 20. og 21. øld, og ikki fyrr enn tá vísir mann virðing fyri uppkallingarsiðinum og okkara heildarmentan. Ikki ber til at liva eftir normunum hjá teimum fáu í hesum føri.