Fótbóltur
Tað var tann tíð, tá ið tað uppgerðirnar millum KÍ og HB vóru ógvuliga avgerandi fyri, hvar FM heitið endaði.
Nostalgiski dámurin honur framvegis yvir hesum uppgerðunum. Men tað eru nógvar uppgerðir í fremstu deildini, sum bera betri fótbóltsspæl, hægri ferð og harvið intensitet við sær, enn tey sóu, sum vóru eygnavitni í góðveðrinum í Klaksvík í gjárkvøldið.
Tað kann gott vera, at HB fer at endurvinna FM heitið. Tað er langt til síðsta vikuskiftið í oktober, kappingin er ikki meiri enn hálvbard, og um HB fær stóra potentialið at ganga upp í hægri eind, so kunnu teir koma langt.
Í gjárkvøldið fóru teir úr Klaksvík við øllum. Teir vunnu 2-0, og tað vóru teir sjálvandi sera væl nøgdir við. At leikliga avrikið ikki var nakað at rópa hurrá fyri kemur ikki í fyrstu røð. Nú ráddi um at fáa skútuna aftur á beint, eftir at tað tvær ferðir á rað hevði kiksað, og tað eydnaðist.
Borgmeistarasonurin í Klaksvík skoraði tað fyrra, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki. Long og høg framlegging eftir miðásinum avdúkaði ein av stóru veikleikunum hjá heimaliðnum.Bólturin sigldi omanfyri Stefan Kalsø, sum í svornum støðum tykist hava ilt við at taka bestikk av situatiónini, og Rógvi Jacobsen var eirindarleysur, tá ið hann eitt sindur úr vinstru smekkaði í handara síðunetið.
Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir staðfesti Tór-Ingar Akselsen sigurin. Við tvær ferðir eitt tvey bandaspælið gjørdist hann leysur eitt sindur til høgru í brotsteiginum, og tá ið Meinhard Joensen kom út ímóti og gjørdi seg breiðan, var vágamaðurin púra kaldur, tá ið hann trillaði bóltin í málið.
HB var ágangandi fyrra partin av 1. hálvleiki, tá ið teir tiltuskaðu sær fleiri hornaspørk. Uppløgdar møguleikar høvdu teir ikki burtursæð frá risa møguleikanum, sum Rógvi fekk fulla nyttu burturúr.
Eftir leiðslumálið og fram til 2-0 málið var lítil tyngd í gestunum, sum høvdu stórar trupulleikar í høgra verjuborði og á sentrala miðvøllinum. Teir tóku seg eitt sindur aftur, saðlaðu eitt sindur um, og tá ið teir høvdu økt um leiðsluna, var tað eingin spurningur, hvar stigini skuldu enda.
Illa sølað
Í gjáramorgunin fór KÍ til Svøríkis at spæla Intertoto. Tað er longu avgjørt, at KÍ komandi ár ikki fer at luttaka í altjóða fótbólti. Tað er ikki avgjørt enn, men tað er ein stórur spurningur, um KÍ næsta ár yvirhøvur fer at verða partur av bestu deildini.
Eingin ivi er um, at viljin at spæla fótbólt er har, og tað er hugaligari bæði at vera spælari og áskoðari nú, enn tað var fyrr í ár. Løtuna frá tí, at HB var komið á odda, og inntil teir øktu til 2-0, vísti KÍ gott samanspæl.
Kristoffur Jacobsen, sum leingi spældi við stórum sjálvsáliti á sentrala miðvøllinum, sendi úr 17 metrum í stólpan, og Paul Clapson stýrdi hørðum innleggi úr vinstru frá Gunnari Nielsen við síðuna av málinum.
Hetta var síðstu løtuna av 1. hálvleiki. Fyrstu løtuna eftir steðgin stríddist KÍ fyri at koma afturíaftur. Heðin á Lakjuni, Kristoffur Jacobsen og Harley Bertholdsen vóru fleiri ferðir ígjøgnum í vinstru, men tað spurdist ikki meiri burturúr enn hornasparksstøður og onkrar hálvhjartaðar skotroyndir, sum vórðu blokeraðar.
Men persónligu mistøkini kostaðu nógv, og tað drenaði trúnna á, at tað skuldi eydnast at fáa nakað burturúr.
Lampan lýsir myrkagult í Klaksvík, og um tvær vikur, tá ið AB hevur verið har norðuri, kann tað væl vera, at hon verður reyð.
Í HB batnaði lagið eitt vet. Enn eina ferð fingu teir fulla úrtøku burturúr klasikkaranum.
KÍ er ikki tað, sum KÍ eina ferð var. Har skal nógv arbeiðast og lúkast.
HB er í løtuni ikki tað, sum HB hevur verið, men teir hava potentialið at fóta sær heilt skjótt.