Íslendska løgreglan hevur illgruna um at nakrir menn, sum vóru við í einum álopi í einum bilkjallara í Reykjavík hava samband við Hamas. Teir høvdu AK47 maskinbyrsur og bóru eyðkennismerkini hjá Hamas. Ein íslendingur var álvarsliga særdur í álopinum og álopið verður kannað sum drápsroynd. Ein IS-maður var tikin á Akureyri.
Hetta er eitt wake-up call hjá okkum í Føroyum. Um tað er satt, at Hamas er í Íslandi, so kann Hamas eins væl vera her í Føroyum. Teir kunnu saktans vera komnir til íslands við Norrønu og hava verið her á vegnum. Vónandi er nú allur naivitetur yvirfyri muslimum horvin. Fullkomið bann má setast fyri at loyva slíkum fólki til Føroyar, og strangt marknaeftirlit setast við allar komur til Føroyar. Politiið má styrkjast. Nú má nulltolerance yvirfyri útlendingum sum gera lógarbrot innførast. Útvísast beinanvegin. Nú mugu vit handla og siga korta nei til muslimskan depil.
Morgunblaðið skrivar at íslendskir politistar óttast fyri trygdini vegna víðgongdar palestinar. Teir ganga civilir og tora ikki at ganga í politibúna. Minnir ikki sørt um støðuna í svenskum og donskum býum. Tá hetta gongur fyri seg hjá okkara næsta granna, okkara brøðratjóð, so kann tað eins væl gera tað her hjá okkum.
Fólkaflokkurin vil gera alt hann er mentur fyri at steðga slíkum tilflytarum og steðga familjusamanføring hjá hesum.
Til hetta krevst, at fólkaflokkurin fær eina dygga álitisváttan í morgin.
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.











