Illgrunin var rættur - bilførari koyrdi við kenning

- Tey, sum meldaðu bilføraran, hildu, at her var ikki alt, sum tað átti, og bilførarin hevði eisini borið við annan bil á vegnum, sigur løgreglan.

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilførari, sum var komin úr Norðskálatunlinum, koyrdi ófantaliga og óstøðugt.

 

- Tey, sum meldaðu bilføraran, hildu, at her var ikki alt, sum tað átti, og bilførarin hevði eisini borið við annan bil á vegnum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tá tey kannaðu málið, vísti tað seg, at bilførarin hevði kenning. 

 

- Bilførarin varð handtikin. Blóðroynd er tikin, og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, visti løgreglan at siga.

 

Tað hendir meira enn so, at fólk í ferðsluni melda bilførarar, sum koyra óstøðugt á vegunum, og tað hendir eisini, at fráboðarar hava grein í sínum máli.

 

Og soleiðis var í hesum føri.

 

Løgreglan plagar at siga, at fólk eru vælkomin at siga frá, um tey halda, at bilførarar, sum koyra kring um á vegunum, ikki eru edrúir.