Ilt eyga einki gott sær

Johan Dahl, løgtingsmaður

Ein tann mest “positivi” og “samstarvseggjandi” politikkarin, sum Føroya land hevur fostrað, eitur Hergeir Nielsen, og nú er hann so aftur úti við einum av sínum altíð positivu útmeldingum, ið ber heiti “narkosulæknin í bleiv burtur”.
Greinin er eitt álop á samgongutinglimirnir í Suðuroynni, ti hesir atkvøddu ímóti einum andstøðuuppskoti um ein narkosulækna til Suðuroyar Sjúkrahús undir fíggjarlógarviðgerðini.
Lysti mær at vita, hvussu nógvum andstøðu uppskotum Hergeir Nielsen atkvøddi fyri í sínum samgongutíðarskeðið 2008-2004?
Ístaðin fyri at seta seg niður saman við samgongutinglimunum í Suðuroynni á sama hátt, sum vit gjørdu fyrr i ár viðv. laminar airflow, vekslara, og medicinskum yvirlækna til Suðuroyar Sjúkrahús, sum eisini bleiv váttað við eykafíggjarlóg, ja so velur Hergeir enn einaferð at scora sær nøkur bílig politisk poeng - heldur en at royna enn einaferð at semjast um nøkur ting til bata fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Viðmerkjast skal, at tá vit heittu á landsstýrismannin í Almanna- og Heilsumálum, so varð gjørt greitt frá honum til leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at hendan mátti raðfesta, hvørs teir vildu hava ein narkosulækna ella ein medicinskan yvirlækna, tí fíggjarligt pláss í hesum umfari ikki var til at játta báðar, og valdi leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi at taka medicinska yvirlækna framm um narkosulæknan.
Hetta inniber tó ikki tað, at vit sum politikkarar ikki áhaldandi vilja arbeiða áhaldandi fyri at tryggja, at Suðuroyar Sjúkrahús eisini kemur á mál og fær sín neyðuga narkosulækna, tað vilja vit sjálvandi virka fyri.
Eg vil hervið enn einaferð vinarligast heita á Hergeir Nielsen heldur at rætta hondina fram til samstarv á øllum økjum sum gagna Suðuroynni, heldur enn at sáa iva um okkara vilja til at menna og viðvirka til áhaldandi abøtur og skapan av karmum fyri Suðuroynna.
Hergeir kundi hóskandi eisini gjørt eitt sindur av politiskari sjálvsrannsakan og sagt okkum, hvat í hann sum 17. maður í samgongu frá 1998-2004 játtaði til Suðuroyar Sjúkrahús til neyðugar íløgur??
Mær vitandi hava øll hesi ting sum VIT nú hava fingið avgreitt manglað at verið gjørd alt seinasta samgonguskeiðið við Hergeiri sum 17. samgongutinglimi.
Vit hava so higartil frá 2004 til heystið 2006 m. a. fingið pening til nýgga røntgenútgerð, Laminar Airflow til skurðstovuna, vekslara, medicinskan yvirlækna, og hvør veit um ikki okkurt annað munagott man koma afturat í komandi ári.
Vágur 31.12.2006