IM-kapping á Viðareiði

Okkara Ol-telvarar og útlendskir tittulhaldarar fara í døgunum 12.- 16. oktober at telva eina lukkaða IM-kapping á Hotel Norð á Viðareiði. Ein sera góð upphiting hjá føroysku telvararnum nú tað stundar móti Talvolympiaduni

Talv

Leingi hevur tað ligið í luftini, men ikki fyrr enn viku síðani bleiv greitt at kappingin verður veruleiki. Talvsamband Føroyar við Rana Nolsøe á odda, hevur saman við dananum Mogens Nielsen arbeitt við hesari ætlan síðani miðskeiðis í summar. Mogens hevur sum altjóða talvdómari góðar kontaktir, og er altíð íðin at arbeiða fyri føroyskari telving at frama.

Luttakarar
IMKim PilgaardDEN2432
IMJörg BlauertGER2418
IMBjörn AhlanderSWE2393
FMJohn Arni NilssenFAI2385
IMOle JakobsenDEN2381
FMJørn SlothDEN2340
FMHeini OlsenFAI2248
Olavur SimonsenFAI2239
Eyðun NolsøeFAI2236
Hans Kr.SimonsenFAI2231
(FM tittulin stendur fyri FIDE-meistari, telvarar yvir 2300)

Tíverri liggur ikki fyri hjá OL-telvarunum IM John Rødgaard og Martin Poulsen at luttaka. Tí bleiv Ólavur Simonsen boðin við, samstundis sum annar IM´ari skuldi finnast. Hesin kemur úr Týsklandi.
Tað eru serligar lógir galdandi fyri tílíkum lukkaðum IM-kappingum. Eitt nú skulu eitt ávist tal av IM´arum luttaka, eins og fýra ymiskir nationalitetir eiga at verða umboðaðir. Eisini skal miðalratingin liggja á ávísum høgum støði. Kappingin á Viðareiði uppfyllur øll hesi krøv.

Seks stig gevur IM-norm
Kappingin er ein sokallað Kategori IV (miðalratingin er 2330) kapping, sum merkir at seks stig av teimum níggju møguligum gevur IM-norm. Allir fimm føroysku telvararnir kenna seg hava ein møguleika til tess, og tað kunnu vit eitt nú takka John Arna Nilssen og Flóvin Tór Næs fyri, sum í summar prógvaðu at tað ber til at ogna sær normar. Tann mentali múrurin sum leingi hevur forðað okkum, er brotin. Torført verður tað ivaleyst hjá okkara monnum, men als ikki ógjørligt.
Leygardagin 12. oktober verður fyrsta umfar leikt, og síðani verða tvey talv leikt um dagin næstu fýra dagarnar. Hetta letur seg gera við nýggju FIDE-tíðini, áljóðandi 1,5 tíma til alt talvið + 30 sekundir eyka fær ein fyri hvønn leik ein flytir. FIDE-tíðin verður somuleiðis nýtt í Talvolympiaduni, 26.okt. ? 10. nov.
Meira verður at frætta um kappingina á www.faroechess.com. Undir kappingini verður heimasíðan regluliga dagførd við tíðindum, talvum osv.

EM fyri unglingar
Sum einasti føroyingur luttekur Martin Poulsen í EM fyri unglingar, sum verður leikt í Spania. Martin telvar í bólkinum fyri dreingir 18 ár og yngri, og væl hevur gingist. Hann hevur hálvtfjórða stig av sjey møguligum, har mótstøðan hevur ligið um 2370 ? 2270. Níggju umfør verða telvað.