Ingeborg: - FA fingið eina dugnaliga forkvinnu

- Elin er knasandi dugnalig, og eg minnist væl, hvussu stóran mun tað gjørdi, tá hon kom at arbeiða á skrivstovuni hjá okkum, sigur Ingeborg Vinther

 

52 ára gamla, Elin Kamilla Sørensen, sum er uppvaksin í Havn, er nýggj forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, eftir at formaðurin seinastu 15 árini, Georg F. Hansen, legði  formanssessin frá sær, men fyribils heldur fram í nevndini.   

 

Tað stendur í lógunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, at leggur formaðurin frá sær í úrtíð, tekur næstformaðurin við og situr setuna út hjá formanninum. Sum nevndarlimur hevði Elin annars staðið fyri vali í mars í ár.

 

Nú verður hon so í øllum førum sitandi sum forkvinna fram til mars 2027. 

 

Ingeborg Vinther, sum í mong ár var forkvinna í Føroya Arbeiðafelag undan tíðini hjá Georg F. Hansen, heldur, at felagið hevur fingið eina góða forkvinnu við Elini Kamillu Sørensen.

- Elin er knasandi dugnalig, og eg minnist væl, hvussu stóran mun tað gjørdi, tá hon kom at arbeiða á skrivstovuni hjá okkum fyri nógvum árum síðan.

 

##med2##

 

Ingeborg Vinther sigur, at hon stuðlar nýggju forkvinnuni fult og heilt heldur, at Føroya Arbeiðafelag hevur fingið eina sera dugnaliga forkvinnu við Elini Kamillu Sørensen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er samrøða við nýggju forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag.

 

Elin Kamilla Sørensen hevur nú tikið stafettina eftir Georg F. Hansen