Leingi hevur hon ivast. Men nú um vikuskiftið fall avgerðin:
Ingeborg Vinther stillar ikki upp til løgtingsvalið 30. apríl.
Avgerðin fall á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag nú um vikuskiftið.
Á aðalfundinum heitti fundarfólkið staðiliga á Ingeborg Vinther um at taka seg úr politikki og ikki at stilla upp aftur til løgtingsvalið, sum nú verður.
Fundarfólkið helt, at tað liggja so stórar og avgerandi avbjóðingr fyri framman í FA, at tað fer at krevja sín 3mann3 at standa á odda fyri fakfelagnum í komandi tíðum.
Lurti sjálvandi eftir
Ingborg Vinther sigur, at tá ið hon fær eina slíka áheitan frá sínum egnum limum, tekur hon tað sjálvandi til eftirtektar.
Tí havi eg nú tikið endaliga støðu til, at eg stilli ikki uppaftur, sigur hon
Hon sigur, at uppá sín vís var avgerðin ikki so trupul at taka, tí hon hevur leingi ivast í, um hon skuldi stilla uppaftur.
Tað var heldur ongantíð ætlanin at stilla upp. Men eg eftirlíkaði, táið Verkamannafylkingin manglaði eitt valevni í Suðuroy, sigur hon.
Hon sigur tó, at hon ongantíð hevur dult fyri, at Føroya Arbeiðarafelag er hennara hjartabarn og at hon altíð var til reiðar at taka fakfelagsarbeiðið framum løgtingsessin.
So táið áheitanin kom, ivaðist hon ikki at í at taka hana til eftirtektar.
Hon sigur, at hon er samd við fundarfólki í FA um, at tað liggja so stórar avbjóðingar fyri framman, at tað krevur ein formann, sum er til taks fulla tíð.
Hon nevnir m.a. lívstryggingina, penssjónsskipanina og onnur mál.
Ræðist eina borgarliga samgongu
Annars sigur Ingeborg Vinther, at hon vónar, at vit fáa eina samgonu aftaná valið ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Verkamannafylkingina.
Eg ræðist eina borgarliga samgongu. Eg ivist ikki í, at verður talan um eina borgarliga samgongu, verður arbeiðsrætturin kroystur niðuryvir fakfeløgini áðrenn vit vita av. Hon sipar eisini til tað hon kallar 3studningsmentalitetin3 hjá teimum borgarligu, sum hon fryktar fyri fer at drena landskassan fyri til ábyrgdarleysar spekulantar.