Ingeborg Vinther svarar Meinhard Jacobsen, stjóra á Fiskavirking

Stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen var herfyri frammi í Útvarpi Føroya saman við øðrum í einari sending 31. desember í farna árið, har hann legði føroysku arbeiðsfólkini á fiskavirkjunum undir ikki at arbeiði fyri løn sína - ikki eiti á nýggjársheilsan til arbeiðsfólkið!

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, skrivar:

Hetta er ein so grov og niðurgerandi skuldseting, at hon ikki skal standa ósvarað.

Í 10 ár vóru ongar lønarhækkingar fyri tey tímaløntu, tá segði ongin nakað, tá var alt í lagi. Tey seinastu gullárini her á landi, hava vit roynt at fáa hækka tímalønina so tær kunnu fylgja restini av landinum, men tað ber als ikki til, tí nú reyk kappingarføri, alt fer á heysin tí tann tímalønti skuldi fáa nøkur oyri afturat.

Og sum rosinan í pylsuendanum fáa vit nú at vita, at okkara fyrr so raska og kvika flakafólk er alt ov seint, nú arbeiða tey ikki longur fyri lønina. Er tað ikki nógv fyri at hoyra, okkara arbeiðsmegi er tiltikið fyri at verða røsk, kvik og fleksibel ??

Guð viti hvussu ofta Meinhard hevur staðið kaldur, í gjøgnumtrekki, troyttur, havt langan dag og pakkað ella reinskorið, og so fingið at vita at hann ikki arbeiðir fyri tímalønina ?

Tað er føroyski arbeiðarin, sum hevur bygt upp aftur land okkara

Tá samfelag okkara var farið á húsagang fyrst í 90-árunum, var tað vanligi føroyski løntakarin, sum við stríð og strev bygdi upp aftur land okkara, hóast tað vóru stjórar og spekulantar, sum høvdu ábyrgdina av, at stórur partur av íbúgvum okkara mistu hús og heim og nógv vórðu noydd at flyta av landinum.

Tað er tí nógv fyri at hoyra, at Meinhard Jacobsen og aðrir nú skulu skuldseta somu arbeiðarafjøld fyri ikki at røkja arbeiðið sítt á nøktandi hátt.

Hetta er takkarlønin sum stjórin á Fiskavirking gevur arbeiðsfólkum sínum, uttan at nakað prógv er lagt framm fyri rættleikanum av hesum ódámligu skuldsetingum.

Føroysk arbeiðsmegi hevur altíð verið eftirspurd

Um Fiskavirkisstjórin hevði bert eitt lítið vet av søguligum innliti, so hevði hann vita, at føroysk arbeiðsmegi altíð hevur verið nógv eftirspurd, og arbeiðsgevarar bæði í granna-londum okkara og longur úti í heimi, hava støðugt lagt dent á, at føroysk arbeiðsmegi skarar framúr, og at føroyingar vísa eitt serstakt hegni og áhuga fyri at røkja arbeiði sítt til lítar.

Hesa áskoðan tykist stjórin á Fiskavirking ikki at hava, og spurningurin er um hann ikki eigur at taka í egnan barm og spyrja, um tað ikki er leiðslan sum galið er við, tí tað er lætt hjá einum stjóra at sita á skrivstovu sínari, og leggja arbeiðsfólk sítt undir ikki at røkja starv sítt á nøktandi hátt.

Hvør hevur goldið og eigur Føroya Fiskavirking?

Meinhard Jacobsen eigur at minnast til, at tað er vanligi føroyski skattgjaldarin, sum hevur goldið Føroya Fiskavirking, og sum tí eisini í veruleikanum eigur hesa fyritøku.

Tí er tað nógv fyri at hoyra, at stjórin forhánisliga sigur, at ein skal vera føddur við eginleikanum at arbeiða fisk, og hetta kann neyvan skiljast á annan hátt, enn at stjórin ikki metir at føroysk arbeiðsfólk, sum í øldir hava livað av at virka fisk, eru fødd við egin-leikanum at arbeiða hendan fisk.

Hvør er tað sum rindar lønina hjá Meinhard Jacobsen ?

Vanligi føroyski arbeiðarin stríðist hvønn dag fyri at forvinna sær til lívsins uppihald, meðan tað hoyrist millum manna, at stjórin á Føroya Fiskavirking árliga kanska forvinnur uml. 10 falda tað, sum ein vanlig flakakvinna kann forvinna sær, umframt at stjórin fær lut í rakstraravlopinum hjá Fiskavikring.

Tað er kanska her at skógvurin trýstir, tí um tað er rætt, at stjórin fær lut í rakstraravlopi-num hjá Fiskavirking, so hevur tað beinleiðis persónliga ávirkan á løn stjórans, um rakstrar-avlopið er fallandi, og so er tað sjálvsagt lætt at geva arbeiðsfólkinum skyldina.

Meinhard Jacobsen skal tó minnast til, at tað júst eru somu arbeiðsfólk, sum hann skuldsetir fyri ikki at arbeiða nóg skjótt, sum gjalda løn hansara, tí um eingi arbeiðsfólk vóru at taka tungu tøkini á gólvinum á fiskavirkjum okkara, so var eingin løn og provisión at gjalda Meinhard Jacobsen.

Er stjórin verdur løn sína?

Spurningurin er um ikki nevndin í Føroya Fiskavirking eigur at fara inn í eina nærri kanning av, um nakað grundarlag er fyri skuldsetingunum hjá Meinhard Jacobsen, tí um hesar skuldsetingar sleppa at standa ósvaraðar, so er vandi fyri at aðrir stjórar eisini fara at brúka vanliga løntakaran sum syndabukk, tá hesir stjórar ikki megna at náa teimum fíggjarligu málum, sum nevndin hevur sett sær.

Her eigur spurningurin eisini at verða tikin upp, um ein stjóri, sum ikki tykist vilja standa við rakstraligu ábyrgd sína, men roynir at leggja ábyrgdina á arbeiðsfólkið, er verdur risaløn sína.

Stjórin á Fiskavirking umboðar svartasta afturhald í samfelag okkara.

Tey úttalilsi, sum Fiskavirkisstjórin kemur við eru tó einki eindømi, tí vit hava í nógv ártíggir hoyrt ávísar politikarar seta niður á vanliga arbeiðsfólk okkara, og stjórin tykist nú at vera farin upp í hetta kór, sum leggur eftir teimum samfelagsbólkum, sum vanliga ikki taka til orðanna og tí er tað lætt at leggja eftir hesum samfelagsbólki.

Tað var tí at frøðast um, at valevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum í valsending í sjónvarpinum greitt vísti á, tann týdning sum vanligi løntakarin hevur fyri land okkara. Í valsendingini var hann spurdur, um flakafólk ið ikki arbeiðir fyri lønina, og svaraði hesin, at tað kanska var galið við teimum í stjórna fyri á virkjunum - topparnir í leiðsluni vóru møguliga ikki góðir nokk, gott svara ! Gott at onkur er, sum sær virði í okkara arbeiðsfólkið.

Tórshavn 7. januar 2004

Ingeborg Vinther