Ingibjørg og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

ÍBV vann 29-28 á Vali við máli skotið í seinasta sekundi

Tað var oddauppgerð á skránni í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Íslandi í dag.

 

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV tóku móti oddaliðnum, Vali á heimavølli.

 

ÍBV vann 29-28 við máli Harpa Valey Gylfadóttir skoraði í allarseinasta sekundi, og øll høllin kókaði.

 

Nú eru Valur og ÍBV jøvn í stigum, og hava 30 stig hvør. ÍBV hevur spælt 17 dystir, meðan Valur hevur spælt 18 dystir. 

 

Nastasja Hammer og liðfelagarnir í Hauki vóru fyri greiðum 14-22 (10-12) tapi móti Fram á útivølli.

 

Natasja skoraði tvey mál fyri Haukar í dag.

 

Støðan: 

 

Nr.DystirMálmunurStig
Valur18522:42430
ÍBV17489:41030
Stjarnan18487:41827
Fram18493:41721
Haukar18488:51212
KA/Þór16387:41412
Selfoss17439:5256
HK18386:5712