Ingrid er kend sum rithøvundi og blaðkvinna. Ingrid er fødd og uppvaskin á Tvøroyri, dóttir Jóannes Hestoy, føddur Petersen og Birgit Hestoy, fødd Thomsen. Ingrid hevur tveir brøður Heina og Jon Hestoy.
Ingrid vaks upp úti við Sílánna, har familjan hevði bygt í 1951, tætt uppá nátturu, haga og sjógv. Í grannalagnum, ið gekk inni frá Garðinum hjá Jenna og út til Skervknúsarin, vóru sambært eini grannakona okkara útvið 80 børn. Spælið gekk dagin langan, har vóru pakkhús, fiskapláss, møl, og eitt íðandi arbeiðslív. Ingrid elskaði at ganga í skúla og var altíð fremst. Tað sigst, at hon til eina kemi-próvtøku for at keglast við sensor, ið eisini hevði skrivað læribókina, um eina villu, ið hon metti var í bókini. Lærarin mátti leggja uppí og gav Ingrid rætt. Miðaltalið hjá Ingrid til Almindelig Forberedelseseksamen var UG-minus, og gav tað útmerkilsi.
Í 1965 fóru foreldur og yngsti beiggi til Grønlands og tá gekk leiðin til Nyborg Statsgymnasium, har hon gjørdist studentur 3 ár seinni. Hon fór til Århus at lesa. Tíðin varð tó mest nýtt til onnur áhugaverd áhugamál, so sum arbeiðið á ”Tagskægget” kenda jasshúsið í Árhus, har hon starvaðist sum inspektørur. Hetta var tíðarskeiðið tá ”Tagskægget” var tað norðurlendska mekka fyri jass-elskarar. Nógvir føroyingar hava sitið gott har. Tað, at hon fekk leiðarábyrgd lá til hennara og tað eina tíðarskeiðið tá hon starvaðist á ”Skandinaviskt Tobakskompagni” varð hon vald sum starvsfólkaumboð í nevndina fyri samtakið.
Eftir at hava búleikast í Danamørk í útvið 20 ár gekk leiðin heimaftur og miðskeiðis í áttati-árunum varð hon á øðrum sinni upptikin sum næmingur á ”Dansk Journalisthøjskole”, hesa ferð gjørdi hon útbúgvingina lidna. Í lestrartíðini var hon millum annað í pratikk á Dimmalætting, og vit mugu vera mong, ið minnast hennara áhugaverdu greinarøðir. Ikki man vera ov nógv sagt, at Ingrid ger vart við seg har hon er. Leitar tú á alnótini so finnur tú eina grein í Lokalavisen Lemvig, har hon eisini hevur verið í pratikk. Greinin er dagfest týsdagin 31. mars 2009 og í einum broti um 25 ára haldið hjá ljómliðnum hjá KFUM og KFUK skótunum skriva tey soleiðs: I 1988 var Lemvig vært ved landsstævnet som blev holdt på Lemvig gymnasinum, men som nok mest til blive husket for journalists Ingrid Hestoy’s genfortælling i avisen af, hvordan en flok »gumpetunge« unge mennesker, der skulle have gået på konservatorium, i stedet for at rende rund med trommestikker og slå i bordene, i en rus af ... og hornmusik. En artikel, der sammen med kritik af gymnastikpigernes forårsopvisning, medførte læserbrevsstorm på Lemvig Folkeblad, der ikke var set i mands minde. Soleiðis er Ingrid, beint framm, og aldubrot er hon ikki bangin fyri.
Umframt útbúgving sum blaðkvinna hevur Ingrid skrivað nógv, og hevur hon saman við beiggjanum skrivað og á egnum forlagi givið út: Stuttsøgusavnini: Piprandi hjarta og Bládýpið. Skjaldur: Rim á rað og Rím á rað 2. Yrkingasavnið: Káma. Harumframt hevur hon ritstjórnað bókina: Listin og Eivindur Mohr.
Seinastu mongu árini hevur Ingid verið plágað av sjúku, men er væl fyri í dag. Hon er mammu síni ein hollur stuðul og býr hjá henni á Tvøroyri. Ingrid hevur altíð verið ein barnavinur av teimum stóru og nógv eru børnini, ið hava havt gleði av hennara øgiligu søgum. Danskar teknirøðir hava verið lisnar hart fyri børnunum, umsettar til føroyskt og eingin hevur ivast í, at føroyska útgávan var nógv meira spennandi enn tann prentaða.
Sekstiáradagin heldur Ingrid saman við familju og vinum á Tvøroyri.









