Ingun Eidesgaard er sett sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur seinastu 4 árini starvast sum deildarleiðari á Traðarlon á Boðanesheiminum.
Harumframt hevur Ingun Eidesgaard starvast innan demensøkið, eins og hon í fleiri ár starvaðist á Familjudepilinum hjá Almannaverkinum.
Ingun Eidesgaard verður eindarleiðari fyri Lágargarð, Tjarnargarð og Heimið í Vallalíð. Hon tekur í løtuni diplomútbúgving í leiðslu. Hon byrjar í starvinum 11 feb. 2019.
Á myndini sæst Ingun Eidesgaard í miðjuni saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Eyðfríð Jacobsen, heilsustjóra.