Ingun Hansen í Snarskivuni

Listakvinna heilsar Havnini, tá hon hósdagin letur upp listaframsýning í Snarskivuni í Havn. Ingun Hansen er listakvinnan, sum búði síni fyrstu 10 ár í Havn, men í dag livir sum listakvinna í Hvalba

Upp undir Mentanarnáttina, hósdagin 4. juni kl. 16, letur listakvinnan Ingun Hansen framsýning upp í Snarskivuni.

Ingun Hansen búði í Havn, til hon var 10 ára gomul, tá hon flutti til Danmarkar saman við foreldrum og systkjum. Síðani hevur hon búð har. Sína listaligu útbúgving hevur Ingun nomið sær á Århus Kunstakademi árini 1988-92 og á Det fynske Akademi 1992-96.

Ingun hevur luttikið í fleiri framsýningum, bæði í Danmark og Føroyum, millum annað tríggjar ferðir í várframsýningum hjá Listasavninum og eisini saman við øðrum donskum listafólkum í Listasavninum.

Umframt at vera virkin listakvinna starvast Ingun sum sjúkrarøktarfrøðingur, og soleiðis er eisini í summar, nú hon er tríggjar mánaðir í Føroyum. Hon býr í Hvalba og arbeiðir sum listakvinna har, umframt at hon starvast nakrar tímar um vikuna hjá Nærverkinum.

- Hetta er ein góð samanseting og góður møguleiki at koma í samband við fólk, sigur Ingun Hansen.

Myndirnar á framsýningini í Snarskivuni eru abstraktar, bæði oljumálningar og vatnlitsmyndir. Nakrar eru málaðar í ár og aðrar eru eldri. Íblásturin fær Ingun m.a. úr náttúruni, bæði tí føroysku og donsku.

Øll eru vælkomin til fernisering í Snarskivuni hósdagin 4. juni 2009 kl. 16