Iniesta er hetjan í Spania

Tað var í longdu leiktíðini, at tað eydnaðist Iniesta at fáa bóltin framvið Maarten Stekelenburg, sum vardi málið hjá Hollandi. Liðini vóru fýra minuttir frá brotssparkskappingini, tá Iniesta stóð væl fyri í brotsteiginum og smekkaði til.

 

Vicente Del Bosque stjórnar spaniumonnum. Hann er sjálvsagt ovurfegin, nú Spania kann rópa seg heimsmeistara í fótbólti fyri fyrstu ferð.

 

- Tað var ein sera tættur og strævin dystur, men vit greiddu uppgávuna. Vit vóru omaná í seinna hálvleiki og høvdu møguleikarnar at leggja okkum á odda. Men eg eri ein sera fegin maður í dag. Vit hava stríðst og strevast seinastu 50 dagarnar, og eg eri sera stoltur av tí, vit hava fingið burturúr, sigur Vincente Del Bosque, venjari hjá Spania, í viðtalu við spanska miðlar.

 

Spania vann dystin uppiborið. Teir vóru omaná í stórum løtum av dystinum, meðan Holland rann aftaná. Tó so, Arjen Robben kundi í tveimum førum vakt tjóðskaparkensluna hjá sínum landsmonnum, tá hann var einsamallur við Iker Casillas. Men málverjin vann nærdystirnar.

 

Í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini varð John Heitinga útvístur, tá hann fekk gult kort fyri aðruferð.

 

Tað komu ikki fleiri mál enn tað, sum Iniesta skeyt. Og tað var nógmikið fyri Spania.