Inntøkan fallin eitt lítið sindur

Hóast nógv tos um kreppu, vísa nýggjastu tølini, at inntøkurnar hjá fólki eru ikki nógv minkaðar seinastu tíðina. Men hjá summum kommunum er talan um eitt rættiligt skrædl

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um kreppu og skrædl í búskapinum.

Men tað er í hvussu so er ikki nakað, sum sæst aftur inntøkunum hjá føroyingum.

Ein nýggj uppgerð vísir, at tað er ikki stórt fall í inntøkunum, sum landið og kommunurnar hava av vanligum skatti.

Verða fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár samanbornir við fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, sæst, at inntøkan hjá landinum av skatti er bara 1,22 % minni í ár, enn hon var í fjør og inntøkurnar hjá kommununum eru 2,99 % minni.

Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør, var inntøkan hjá kommunum av skatti slakar 548,1milliónir og sama tíðarskeið í ár var inntøkan 531,7 milliónir.

Tað er ein minking upp á 16,4 milliónir.

Inntøkan hjá landinum var 586,2 milliónir í januar til mai í fjør og í ár var inntøkan 579,1 millión.

Tað er ein minking upp á 7,1 millión.

Her skal kortini leggjast afturat, at skattaprosentið er hækkað eitt lítið sindur í ár, bæði hjá landið og kommunum, so skal samanberingin verið, er minkingin eitt lítið vet størri.

Men tølini vísa undir øllum umstøðum, at fyribils sæst búskaparliga kreppan ikki aftur í einum vanlukkuligum arbeiðsloysi og inntøkuminking.

Hartil skal havast í huga, at nógvir fiskaprísir eru í botni og kunnu kanska væntast at hækka aftur.

Og harafturat eru nýliga munandi ábøtur gjørdar í ALS skipanini og tað fer eisini at síggjast aftur í inntøkunum, sum árið fer at líða.

At inntøkurnar hjá landskassanum kortini eru nógv minkaðar, kemst av, løntakararnir eru trekir at brúka peningin.

Fyri at binda um heilan fingur, vilja fólk heldur seta peningin á bók fyri at hava nakað at standa ímóti við, skuldi kreppan versnað, ella kanska tey seta ferð á at betala húsaskuld niður.

Í øllum førum er forbrúkið heilt nógv minkað og sostatt er inntøkan hjá landskassin av mvg og øðrum avgjøldum, rættiliga nógv minkað.


Skrædl í summum kommunu

Men hóast støðan er góð sum heild, vísir nýggja uppgerðin, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu tær ymsu kommunurnar eru fyri.

Hjá onkrum kommunum eru inntøkurnar hækkaðar eitt vet, hjá teimum flestu eru tær minkaðar eitt vet.

Men hjá nøkrum kommunum má staðfestast, at talan er um eitt rættiligt skrædl.

Ringast stendur til hjá Skúvoyar kommunu, har inntøkan er minkað 19,27 % higartil í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør og á Viðareiði er eisini talan um eina stóra minking, tí har er inntøkuminkingin heili 18,79 %.

Her kann talan vera um, at afturgongdin í fiskivinnuni og lækkandi prísir, rættiliga er farin at gera seg galdandi.

Hinvegin hevur Klaksvík mangan verið rópt fiskivinnuhøvuðsstaður føroyingar og har vórðu tey harafturat eisini rakt av teirri vanlukku, at stóra fiskavirkið í býnum, Kósin, varð stongd.

Men tað hevur ikki víst seg, at givið eina vanlukkuliga afturgongd í skattainntøkunum, tí fryktandi var fyri, at inntøkan fór at minka meiri enn tey 5,19%, sum tølini vísa, at talan er um.

Tað er kanska tekin um, at tað eru fleiri klaksvíkingar, enn hildið, sum arbeiða í øðrum vinnum og tað kann eisini vera eitt tekin um, at klaksvíkingar, sum eru raktir av arbeiðsloysi, ella minkandi inntøkum, hava verið raskir at finna sær onnur størv.

Tó skal eisini havast í huga, at tey, sum mistu arbeiðið á Kósini, hava verið í fiskavirkisskipanini hjá ALS, og tað ofta er ikki so stórur munur at vera í henni og at missa arbeiðið heilt