info
Ongi úrslit

Inntøkuhámarkið hjá pensjónistunum skal broytast

Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi
21. november 2022 kl. 22:12

Føroyingar eru eitt sera virkið fólk. Eisini okkara pensjónistar teljast millum tey virknastu í Evropa. At vera virkin og serliga sum eldri kann bæði vera gott fyri  sálarheilsuna og gott fyri fíggjarliga rásarúmið.

Í 2019 varð lógin um inntøkuhámarkið hjá pensjónistunum broytt úr 61.900 niður í 45.000 tús kr. Hetta gjørdist ein stórur smeitur fyri nógvar pensjónistar, sum framvegis ynskja at hava eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Forvunnur tú meiri enn tær 45 tús kr. verður hetta mótroknað í pensjónini beinanvegin. Hetta er ikki ein skynsom skipan, og eigur hetta at vera broytt í stundini.

I londunum  kring okkum ásannar man,  nú stórur tørvur er á arbeiðsmegi, at pensjónistar, ið ynskja framhaldandi at arbeiða eftir pensjónsaldur eru ein kærkomin hjálp á arbeiðsmarknaðinum.

I Danmark varð inntøkumarkið hækkað upp til 122 tús kr. umframt at tær fyrstu 11 tús. kr eru skattafríar. Ì Føroyum varð gingið øvugtan veg í 2019 við at lækka inntøkumarkið  úr 61.900 niður í 45 tús, og harvið vórðu  pensjónistar revsaðir fyri at taka eitt eyka tak.

Hetta kom serliga illa við hjá okkara pensjónistunum, sum forvinna sær nakrar krónur út yvir pensjónina, og serliga nú tá ið kostnaðarstøði og oljuprísurin er hækkaður munandi. Um semja ikki fæst fyri at avtaka inntøkumarkið heilt, so er ein byrjan at tvifalda inntøkuloftið upp í 90 tús kr.

Latið okkum stuðla pensjónistuum í at arbeiða eftir pensjónsaldur um hugur og hegni er til tess, tað tænir bæði tí einstaka og samfelagum øllum

Annika Olsen,

valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey skip rakt av dronum úti fyri Bulgaria

27 minuttir síðan
Tíðindi

Hetlendingar fáa 203 milliónir krónur til at fyri­reika tunnil

1 tími síðan
Tíðindi

Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukraina

1 tími síðan
Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

2 tímar síðan
Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

3 tímar síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

10 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

10 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

10 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

12 tímar síðan