Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at eftir boðum frá honum hevur amerikanski herurin lopið á eitt skip, sum eftir hansara tykki flutti narkotika í altjóða sjógvi.
Tríggir menn vórðu dripnir í álopinum, sambært forsetanum sjálvum, og hann sigur eisini, at eingin amerikanskur hermaður fekk mein í átakinum.
Álopið varð framt, meðan menninir úr Venesuela, ið Donalt Trump umrøður sum narkoterroristar, vóru staddir í altjóða sjógvi.
Sambært forsetanum vóru teir í holt við at føra narkotika til USA.
Fyrr í hesum mánaðinum leyp amerikanski herurin eisini á eitt skip, sum USA heldur var lastað við narkotika. Skipið var á veg úr Venesuela til USA.
Eisini hetta álopið fór fram í altjóða sjógvi, og Donald Trump hevur sagt, at ellivu fólk lótu lív í átakinum.
Hetta skrivar www.tv2.no í kvøld.