At uppmerksemið um Føroyar veksur og veksur verður staðfest, hvørja ferð stórir altjóða fjølmiðlar umrøða okkara 18 oyggjar mitt í Atlantshavinum. Nú hevur Instagram, sum er heimsins størsti sosiali myndamiðil, eisini latið eyguni upp fyri Føroyum.
- Vælkomin til endan av heiminum. Tú mást vera staddur her fyri at trúgva, at hetta staðið er til.
Soleiðis lýsir almenna síðan hjá Instagram eina mynd, sum tey hava lagt út av Bøsdalafossi. Viðmerkingarnar eru fleiri túsund, og meira enn ein millión hava dámt myndina. Heili 282 milliónir brúkarar fylgja síðuni hjá Instagram.
Instagram plagar at deila serliga góðar myndir, sum aðrir instagram-brúkarar hava lagt út, og sum hava gjørt vart við seg.
Hesa myndina hevur týski myndamaðurin André Alexander tikið og lagt út á sosiala myndamiðilin. Tá skrivaði hann "Sørvágsvatn, har vatnið møtir havinum. Hetta er eitt av mest óveruligu støðunum, eg nakrantíð havi verið".
HERsæst almenna Instagram-síðan hjá Instagram.