Í fráboðan til virðisbrævamarknaðin hevur Apple boðað frá, at nýggja iPhone 6 hevur sligið øll sølumet hjá fyritøkuni.
Undan vikuskiftinum metti greinararnir hjá Sanford Bernstein, at eini 7-8 milliónir telefonir vórðu seldar um vikuskiftið. Mest bjartskygdu metingarnar hjá greinarunum søgdu, at talan helst fór at vera um einar 9,5 til 10,5 mió eintøk.
Apple sigur í fráboðan, at fleiri enn 10 milliónir telefonir vórðu seldar, og at sølan hevði verið størri, um tey høvdu møguleika at hækka útboðið.