Talið av avrættingum í Iran er økt eftir mótmælistiltøkini í vetur, og nógvar av ákærunum byggja á veikt grundarlag, sigur Amnesty International.
Felagsskapurin veit eisini at siga, at Iran hevur brúkt eina sonevnda "spionasjulóg" í rættarmálum móti mótmælisfólki.
- Síðan mótmælistiltøkini í Iran í desember og januar hevur iranska stjórnin í størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki.
Amnesty International sigur seg kunna skjalprógva í minsta lagi 26 avrættingar í fyrra hálvári í ár, sum hava við mótmælistiltøkini í Iran at gera.
- Men, vit stúra fyri, at talið av avrættingum í hesum sambandi er nógv størri.
Hetta sigur Sindre Stranden Tollefsen í Amnesty International við norska kringvarpið, NRK.
Í greinini, sum NRK hevur um avrættingar í Iran, verður eisini sagt, at mótmælisfólk enntá eru hongd á opnari gøtu í Iran.
- Tey vórðu hongd í einum krana á einum torgi, verður lagt aftrat.
Meira um slíkar avrættingar í Iran kann lesast á hesi leinkju -
https://www.nrk.no/urix/amnesty_-okende-omfang-av-henrettelser-av-demonstranter-i-iran-1.17972440











