Leiðarin fyri ríkisløgregluna í Iran sigur í dag, at mótmælisfólk, sum hann heldur vórðu leidd til at mótmæla, skulu fáa eina milda viðferð, um tey geva seg yvir innan tríggjar dagar.
– Ung fólk, sum óvitandi gjørdust partur av ófriðinum, verða mett sum villleiddir einstaklingar - og ikki fíggindaliga sinnað, og hesi fáa ikki harða revsing av Islamiska Lýðveldinum.
Tað sigur Ahmad-Reza Radan við iranska almenna sjónvarpið, og tað er AFP, sum endurgevur.
Hin 28. desember byrjaði eitt nýtt umfar við av mótmælisgongum móti kúgandi stýrinum í Iran, og higartil hava fleiri túsund mótmælisfólk latið lív, og mong eru fongslað.











