Í morgin skulu føroysku landsliðshetjurnar spæla um víðari luttøku í EM hondbólti.
Dysturin er ímóti Slovenia og byrjar klokkan 19.30 í annaðkvøld, 20. januar.
Í hesum sambandi bjóðar Eiðis kommuna bygdafólkinum í Kolshøll at síggja dystin.
- Dyrnar lata upp klokkan 19, tá undansendingin byrjar, og tiltakið er ókeypis.
Hetta siga tey í Eiðis kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at kaffi verður eisini at fáa.
Ein onnur kommuna, sum eisini hevur sagt, at dystirnir hjá landsliðshetjunum verða vístir á stórskíggja, er Sjóvar kommuna.
Hetta er í bygdahúsinum á Strondum, so her verður eisini høvi at síggja EM-hondbólt í annaðkvøld.










