Sambært amerikanska blaðnum Washington Post hevur Barack Obama, forseti, kunnað iransku leiðsluna um, at USA kann góðtaka, at Iran fær sær kjarnorku, um landið kann prógva, at tað ikki fer at brúka hana til kjarnorkuvápn.
Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, handaði andaliga iranska leiðaranum, Ali Khamenei, tilsøgnina frá Obama í síðstu viku. Sambært blaðnum høvdu Obama og Erdogan ein tveir tímar langan fund í Seoul í sambandi við ráðstevnuna har um yvirgang, og tá Erdogan nakrar dagar seinni fór til Teheran, hevði hann boðini frá Obama við sær, skrivar Washington Post.
Amerikanskir talsmenn søgdu í gjár, at teir vænta framvegis, at Iran fer at taka lut í samráðingum við USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland og Týskland um ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina.