Í gjár vitjaði ferðalag norðanfjørðs á Tvøroyri. Ferðalagið taldi sjey fólk, og vóru tað fýra umboð fyri nevndina og trý fyri umsitingina í Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum, IRF.
Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna, umboðandi Norðoyggjar, sigur, at í hesi setuni hevur nevndin lagt seg eftir at spjaða nevndarfundirnar kring alt landið, tí við hesum fær nevndin betri samband við starvsfólk kring oyggjarnar og fær betri sett seg inn í mannagongdirnar á ymsku støðunum.
Tvøroyrar kommuna skrivar, at fundurin í IRF í gjár var hin seinasti undan sjálvum aðalfundinum í apríl, og nevndarfundurin varð hildin í býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu.
- Ytst á sunnara armi á Trongisvágsfirði - á einum øki, sum hoyrir til Hovs kommunu, liggur móttøkuplássið hjá IRF í Trøllavík. IRF hevur stórar ætlanir fyri Trøllavík, og hetta var eisini á skrá í gjár.
Gunvá við Keldu sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at Trøllavík treingir til ábøtur. Framtíðarætlanirnar eru mangar, har eitt nú starvsfólkabygningur, móttøkuhøll og skiljihøll eru á tekniborðinum.
- Í gjár varð tosað um raðfestingina av hesum og gjørt er av bjóða 1. byggistig út í apríl, sigur hon.
Hon vísir á, at 1. byggistig snýr seg um ein starvsfólkabygning, so starvsfólkini har fáa góðar umstøður at virka í, og nevndarforkvinnan leggur aftrat, at gongst sum ætlað, verður 1. byggistig liðugt næsta ár.
Á komandi aðalfundi skal nýggj nevnd veljast, og hóast onkur nýggj fólk ivaleyst koma til, so væntar Gunvá við Keldu ikki. at tað fær nakra ávirkan á endaligu ætlanirnar í Trøllavík – undantikið, at raðfestingarnar møguliga kunnu broytast, annars ikki.
Nýggja burturkastkunngerðin hevur munandi størri avbjóðingar og krøv við sær, og tað noyðist felagsskapurin at fyrihalda seg til.
- Endurnýtsla fyllir alsamt meir, og tað er nakað, ið IRF raðfestir frammalaga, sigur nevndarforkvinnan.
Gunvá við Keldu vísir á, at fundurin á Tvøroyri bæði var góður og konstruktivur, og hann varð hildin í býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu.
Á myndini omanfyri eru, f.v.: Alvi Mortensen, nevndarlimur umboðandi Suðuroynna, Hans Anders Jacobsen, nevndarlimur umboðandi Eysturoynna, Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna umboðandi Norðoyggjar og Jóanis Albert Nielsen, nevndarlimur umboðandi Vágar.
- Við á fundinum vóru eisini Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri í IRF, Jóhannus Danielsen, fíggjarleiðari og Andrias Joensen, tekniskur leiðari. Oluf Müller, næstformaður umboðandi Norðurstreym og Bjarki Hendriksen, nevndarlimur umboðandi Sandoynna, høvdu forfall, verður lagt aftrat.