U21 landsliðið hevur í kvøld sett punktum fyri hetta kappingarárið á útivølli ímóti Írlandi. Sammett við framúr avrikið í Týsklandi 15. oktober, so var úrslitið hesa ferð ikki so gott. Ta ferðina vann Týskland 3-2, eftir at Føroyar høvdu verið frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.
Í Írlandi var tað bara spennandi í nakrar fáar minuttir, tá ið Gunnar Zachariasen skoraði tvær ferðir – seinna málið var brotsspark.
Írland legði í handavending eftir eitt stórt korter seg framum 3-0. Tá ið Føroyar høvdu minkað um munin til 3-2, kendist sum um, at talan fór at verða um spennandi 2. hálvleik. Soleiðis varð tað ikki, tí lítlu løtuna undan steðginum skoraði heimaliðið tvær ferðir, og harvið var hálvleiksstøðan 5-2 til Írland.
Átta mál í 45 minuttir boðar frá, at álopsspælið var meiri sannførandi enn verjuparturin. Í 2. hálvleiki kom einki mál, og so vann Írland 5-2. Merkisvert var tað, at dómarin í 2. hálvleiki legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini.
LIÐUGT
5-2
90) 5-2
85) 5-2
Nú er talan fyri tað mesta um tómgongd. Írland hevur havt eina roynd, og tá bjargaði Teitur M. Gestsson.
Føroyar hava skift út fyri triðju og seinastu ferð: Sørmundur Kalsø er settur inn í álopið í staðin fyri Gunnar Zachariasen (84.).
Írland hevur skift út fyri triðju og seinastu ferð: Hayhurst er komin á vøllin í staðin fyriO'Brien (82.).
80) 5-2
Trýstið er linkað á føroyska málið.
75) 5-2
Írland hevur skift út fyri aðru ferð.O'Sullivan er komin á vøllin í staðin fyri Murray.
70) 5-2
Støðan er tann sama, men spælbýtið er soleiðis, at tað mesta gongur fyri seg á føroysku hálvuni, og síðstu løtuna hevur heimaliðið havt tríggjar vandamiklar hornasparksstøður.
64) 5-2
Írland hevur skift út Dunne er komin á vøllin, og Williams er farin av vøllinum. Tað er stutt millum frísparkini, sum føroyingarnir gera.
57) 5-2
Ari Ó. Ellingsgaard er komin á vøllin í staðin fyri Árna Frederiksberg.
54) 5-2
Fyrstu smáu tíggju minuttirnar er einki mál skorað. Gilli Sørensen hevur havt eina roynd, men bólturin varð blokeraður, og í hinum endanum hevur Teitur M. Gestsson havt eina góða bjarging.
46) 5-2
Bogi Reinert Petersen er komin inn á føroyska miðvøllin í staðin fyri Trónd Jensen.
---
Tað sær ikki so ógvuliga gott út hjá føroyska U21 landsliðnum, sum í løtuni stríðist í Írlandi. Dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki, og støðan er 5-2 til Írland.
Føroyska liðið hevur verið fyri tveimum kortslutningum. Eftir lítlari løtu miullum 17. Og 25. minutt skoraði Írland tríggjar ferðir. So svaraðu Føroyar orduliga aftur, og tað varð spennandi. Gunnar Zachariasen skoraði tvær ferðir – í 26. og í 37. minutti. Tað seinna var við brotssparki, eftir at Sonni Ragnar Nattestad varð feldur.
Men tað var bara spennandi í eina lítla løtu, tí Írland økti um munin til 4-2 og 5-2 í 39. og 42. minutti.
Merkisvert er tað, at hvørgin málverjin hevur vart fyri nøkrum skoti. Írland hevur havt fimm royndir á føroyska málið og skorað fimm mál. Føroyar hava havt tvær royndir á írska málið og skorað tvey mál. Bæði liðini hava havt eina roynd við síðuna av málinum.
HÁLVLEIKUR
5-2
43) 5-2: O'Brien 42.
Eina løtu kendist tað vera rættuliga spennandi. Soleiðis er tað ikki í løtuni. Nú hevur Írland aftur skorað!
Brandur Olsen hevur sæð gula kortið.
41) 4-2: Forde 39.
Tað er lívligt, og málini skolað inn.
37) 3-2: Gunnar Zachariasen br 37.
Føroyska liðið er orduliga komið fyri seg. Gunnar Zachariasen hevur enn eina ferð minkað um munin. Hesa ferð var tað við brotssparki. Tað var Sonni Ragnar Nattestad, sum varð feldur.
32) 3-1
Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg á føroysku hálvuni. Tað er stutt millum fríspørkini, sum føroyingarnir gera.
28) 3-1: Gunnar Zachariasen 26.
Føroyar hava svarað aftur. Einsamalli álopsspælarin Gunnar Zachariasen hevur skorað. Tveir minuttir eftir málið hevur Gilli Sørensen havt góða roynd, men bólturin fór við síðuna av málinum.
25) 3-0: Grealish 25.
Trýstið á føroyska liðið er nógv størri nú, enn tað var fyrstu løtuna. Í níggju minuttir hava írar skorað trý mál.
22) 2-0: O'Brien 20.
Nú gongur skjótt. Í tríggjar minuttir hevur Írland skorað tvær ferðir. Hesa ferð var tað eftir frísparksinnlegg.
18) 1-0: Carruthers 17.
So er Írland á odda. Málið varð skorað eftir uppspæl frá Reily. Lítla løtu frammanundan høvdu Føroyar havt frísparksstøðu.
14) 0-0
Síðstu løtuna hevur føroyska liðið ikki verið undir trýsti. Tað mesta hevur fingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar. Higartil hevur tað ikki eydnast føroyska liðnum at royna seg ímóti írska málinum.
10) Heimaliðið hevur verið meiri ágangandi, og tað hava verið tvær royndir hava verið á málið hjá Teiti M. Gestsson.
1)
Nýggjur á føroyska liðnum er Pál Mohr Joensen, sum loysir Hørð Askham av í miðverjuni. Á miðvøllinum er Hallur Hansson nýggjur, tá ið sammett verður við rimmar avrikið í Týsklandi, sum endaði við 3-2 tapi.
-Vit hava átjan menn í hópinum, og skulu vit megna uppgávuna so væl, sum tað ber til, so er treytin, at talan verður um liðavrik. Ellivu byrja á vøllinum og tríggir av hinum koma ivaleyst á vøllin, sigur annar av venjarunum, Bill Jacobsen, og hann leggur aftrat:
-Vit vóna at halda fram við góðu gongdini, sum avrikið í Týsklandi var undirstriking av. Vit ætla okkum at vinna, og vit trúgva uppá, at tað ber til.
Tað eru ellivu hitastig, tað er turt, og sólin hevur hug at kaga undan av og á. Spælararnir eru komnir á vøllin, og tað verður gjørt klárt at fara undir dystin.
Írland-Føroyar kl. 15.45
U21 EM undankappingardysturí bólki 6 á The Showgrounds í Sligo
Dómari kvartett úr Kasakstan: Alexandr Aliyev, Sergei Vassyutin, Anatoli Hodin og Sergei Gorokhovodatski
Írland: McDermott– O'Connor, Duffy, Williams, McGinty– Carruthers, Murray, Reilly– Forde, O'Brien, Grealish
Á beinkinum: McCarey, Harriman, Dunne, Egan, Shaughnessy, Hayhurst, O'Sullivan
Føroyar: Teitur M. Gestsson - Bárður Hansen, Sonni Ragnar Nattestad, Pál M. Joensen, René S. Joensen - Tróndur Jensen, Brandur H. Olsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Gilli Sørensen - Gunnar Zachariasen
Á beinkinum: Hallgrímur Gregersen Hansen, Sørmundur Kalsø, Gustav Sørensen, Andras Brixen Vágsheyg, Bogi Reinert Petersen, Rógvi Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard