Íslendsku meistararnir taptu í Reykjavík

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV taptu fyri Víkingi Reykjavík í kvøld

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir á verandi meistaraliðnum í Íslandi, ÍBV vóru fyri svíðandi tapi í Reykjavík í øðrum umfarinum í íslendsku kappingini.

 

Víkingur Reykjavík, ið fluttu upp úr næstbesti deildini undanfarna kappingarár tók ímóti ÍBV. Víkingur Reykjavík vann 31-26 á verandi meistarunum, ið er nakað av einum skelki. 

 

Í steðginum var Víkingur Reykjavík á odda 17-15.

 

Dánjal skoraði eitt mál. 

 

ÍBV hevur tvey stig aftaná tvey tey fyrstu umførini. 

 

Komandi fríggjakvøld koma Haukar á vitjan hjá ÍBV úti á Heimey.