Ítrivslistamaður úr Klaksvík til Noregs við einrøðuleiki

Í komandi viku fara Jógvan Andrias, ítrivslistamaður úr Klaksvík, og tónleikarin Edvard Nyholm Debess, Tórshavn, á pall í Fjaler kommunu í Noreg, har teir framføra leikin «Kom bara inn, eg skal ikki gráta». Søgan um drongin, sum ikki misti mótið, hóast hann lá bundin í eini song við mjadnasjúkuni Calve-Perthes,

Jógvan Andrias Joensen. Á lítlu myndini aftanfyri sæst hann sum smádrongur í eini song.

Leikurin, sum tekur støði í upplivingum hjá Jógvan Andriasi undir og aftaná 2,5 ára sjúkralegu í Danmark, er søgan um drongin sum ikki misti móti.

 

Jógvan Andrias, sum lá bundin í eini song við mjadnasjúkuni Calve-Perthes, kemur ikki til sættis við seg sjálvan fyrr enn nøkur fá ár áðrenn hann fyllir 60 ár. Meðan hann lesur bókina ’Søgan um hini’, hjá Doris Hansen, sannar hann bráddliga, at hetta er søgan um seg. Og hann  fær síðani hugskotið at fortelja tvíbýttu og tvítýddu søguna um føroysk foreldur við børnum í Danmark, og føroysk børn við foreldrum í Føroyum, altso árin og hjáárin hjá okkum føroyingum sum borgarar og sum samfelag.

 

Jógvan Andrias Joensen er fegin í hesum døgum. Hann er boðin á altjóða Teaturfestival í Noreg, við einrøðuleikinum «Kom bara inn, eg skal ikki gráta».

 

Íblástur til leikin fekk Jógvan Andrias tá hann arbeiddi sum sjálvboðin á festivalinum í 2018. Har sá hann ein einrøðuleik, sum vakti eitt minni í honum frá tá hann lá á sjúkrahúsinum í Tórshavn 1963, og foreldrini sloppu ikki inn á sjúkrastovuna til hann. Og hagani kom heitið á einrøðuleikinum.

 

-Og burturúr ymsum tekstum, yrkingum og sangum eg hevði skrivað síðani miðskeiðis í 1980’unum, varð handritið evnað til á vári 2021, sigur Jógvan Andrias.

 

- Mótøkan og umrøðan var góð, og síðani heystið ’21 hava vit tveireinir, Edvard og eg, verið stórtsæð kring alt landið, og hava havt eini 40 framførslur í Føroyum, og eina í Danmark, leggur Jógvan Andrias afturat.

 

 

 

 

 

Festa røtur fyri ikki at róta í nøkrum

 

-Á ein hátt kenni eg tað, sum havi eg nú verið ringin runt. Málið um føroyingar, sum vórðu sendir til Danmarkar vegna ymisk brek, er sera nógv frammi júst nú. Áhugi er framvegis fyri leikinum í Føroyum, og nú skulu vit til Noregs at framføra hann, umframt at áhugi eisini er aðrastaðni, sigur Jógvan Andrias.

 

-Fyri meg merkti tað, at eg sum smábarn varð sendur til Danmarkar, at eg so at siga misti mítt móðurmál og sambandið við míni foreldur, sigur Jógvan Andrias, sum fegnast um stóra áhugan fyri leikinum.

 

-Eg eri sera stoltur av at eg í dag eri komin frá tí, at eg sum 3 ára gamal gjørdist púrasta málleysur, og nú sum 65 ára gamal kann framføra einrøðuleikin á móðurmálinum í einum øðrum landi, sigur Jógvan Andrias.

 

-Fyri meg hevur verið talan um eina upprudding, at fremja mítt tilvit, koma til sættis og festa røtur og ikki at róta upp í nøkrum, sigur Jógvan Andrias.

 

-Sjálvandi leita mínir tankar í takksemi til míni foreldur. Tankarnir leita eisini til teir føroysku Calve Pertres sjúklingarnar, sum eg lá saman við á Refsnes í Kalundborg, ikki allir komu líka væl frá viðgerðini, og nakrir eru ikki ímillum okkum longur, sigur Jógvan Andrias Joensen.

 

 

 

 

 

À altjóða teaturfestival á vestlandinum í Noreg

 

-Teaterfestivalurin í Fjaler kommune verður í ár frá 11. til 14. september. Eg og Edvard N. Debess skulu á pall 14.september. Fyrsti Teaterfestivalur var í 2013. Ársins teaturfestivalur er byrjanin til eitt nýtt altjóða átak, tí við sjóneyku á útnorðurøkið og oyggjarnar í Norðuratlantshavi, er skráin sermerkt við spennandi framførslum hjá ítrivs- og yrkislistafólkum úr Føroyum, Íslandi, Hetlandi og Grønlandi. Somuleiðis verður skráin merkt av at tað verða verkstovur fyri ung ítrivs- og yrkislistafólk, og heimakonsert verður ein nýggjur táttur á teaturfestivalinum, sigur Jógvan Andrias, sum í nøkur ár starvaðist sum mentanarstjóri í Fjaler kommunu.

 

-Eg eri sera glaður fyri møguleikan at framføra einrøðuleikin á føroyskum uttan fyri føroyska sjómarkið á øðrum sinni. Fyrstu ferð var 25.apríl í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2022. Í Fjaler verður hann framførdur 14.sept. Nú verður sjálvandi øðrvísi, tí talan verður um at framføra leikin á fyrsta sinni á føroyskum fyri norskum áskoðarum. Hetta letur seg gera, tí leikurin er týddur til norskt, eg havi týtt leikriti til norskt, sum so verður víst á powerpoint undir framførsluni, greiðir Jógvan Andrias frá.

 

 

 

 

 

Ikki bara eitt føroyskt fyribrigdi

 

Jógvan Andrias fegnast um, at søgan um føroyingar, ið á sinni vórðu sendir til Danmarkar, veruliga er komin á breddan í Føroyum, og at avvarðandi landsstýrismaður hevur sagt seg taka hetta í álvara, og arbeiðir við málinum.

 

Men fyribrigdið er ikki bara føroyskt, men er um allan heimin.

 

-Føroyskt og grønlendskt eru tveir málminnilutar í danska ríkinum. Men vert er at minnast til, at hesin trupulleikin er at finna kring allan heimin. Á jóansøku fyri nøkrum árum síðnai kom eg at práta við kvinnu, ið starvaðist innan barnavernd, og hon hevði eisini starvast í Australia innan barnaverndarøkið. Hon segði mær, at trupilleikin var hin sami har, tá talan var um upprunafólkið, sigur Jógvan Andrias.

 

-At hetta «málfyribrigdi» er kring allan heimin sigur mær, at vit eru inni á nøkrum sera grundleggjandi, og at vit tosa um diskriminering av málminnilutum, og vit kunnu í sama viðfangi kunnu spyrja, um hetta er í tráð við harna- og mannarættindasáttmálan, sigur Jógvan Andrias.

 

-Helst hava eisini fíggjarlig áhugamál verið í myndini, tá børn og ung vórðu send til Danmarkar, tí vórðu stovnarnir fyltir, so fylgdu óivað pengar við, sigur Jógvan Andrias Joensen.

 

 

 

 

 

Síggi heildarmyndina nú

 

Jógvan Andrias heldur, at tað eru fólk í Føroyum, ið eiga rós uppiborið, tí eftir 1970 gekk tað skjótt, og bøtt varð um støðuna.

 

-Hetta er sjálvandi kvinnum fyri at takka, ivaleyst ommur, møðgur og systrar, sum skipaðu seg í felagsskapin Javna 1971. Stuðlað av fakfólki og øðrum. Og 4 ár aftaná vóru almannamál yvirtikin, og í 1981 vóru heilsumál yvirtikin. Frambrotini eftir tað eru stór. Og hetta kunnu vit vera stolt av. Og sjálvandi halda vit fram við at seta barnið í miðdepilin ímillum foreldur, avvarðandi og føroyska myndugleikan, sigur Jógvan Andrias, sum nú sigur seg síggja alla hesa søguna í eini størri heildarmynd.

 

-Eg gleðist í dag um, at eg fekk vónina og mótið við mær við Tjaldrinum til Danmarkar í 1963, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum í næstum fer á norskan pall við leikinum ”Kom bara inn, eg skal ikki gráta”.

 

##med2##

 

 

 

Jógvan Andrias Joensen. Á lítlu myndini aftanfyri sæst hann sum smádrongur í eini song.

Hesa myndina hevur Jógvan Andrias tikið í dag. - Nú eg kenni tað, sum alt fossar úr mær, so helt eg hesa vera hóskandi, sigur Jógvan Andrias.