Núverandi forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum, er upplagdi leiðarin í Noregi.
Tað svarar ein meiriluti av teimum spurdu í meiningakanning, sum norska TV 2 hevur almannakunngjørt.
- Hetta eru góð treystitøl, segði Jonas Gahr Støre, tá hann fekk at vita tølini undir forsætisráðharraduellini í norska TV 2 í kvøld.
50,1 prosent av teimum spurdu ynskja Støre, har 24,4 prosent ynskja forkvinnuna í Konservativa flokkinum, Ernu Solberg, sum forsætisráðharra.
Hetta er fyrstu ferð í valstríðnum, at Jonas Gahr Støre fer framvið 50 prosentum.
Forkvinnan í Framsóknarflokkinum, Sylvi Listhaug, flytur seg inn á triðja pláss í veljarakanningini hjá TV 2.
Hon hevur undirtøku frá 20,1 prosentum av teimum, sum eru spurd í kanningini.
Hetta merkir, at Jonas Gahr Støre yvirhálar sínar konservativu kappingarneytar við einum breiðum muni, við meira undirtøku enn kappingarneytarnir tilsamans.
Allar veljarakanningar vísa tó ikki, at meira enn helmingurin av veljarunum helst vilja hava leiðaran í Arbeiðaraflokkinum sum forsætisráðharra.
Í veljarakanning, sum varð gjørd fyri norska VG og Aftenposten í dag, er Støre framvegis mest upplagdi forsætisráðharrin, men her við 47 prosentum.
Her siga 21 prosent, at tey heldur vilja hava Sylvi Listhaug úr Framsóknsflokkinum.
Hetta er ein vøkstur á trý prosentstig frá fyrru veljarakanningini í bløðunum.
Men tað er ikki nóg mikið at koma framum Ernu Solberg, sum er upplagda valevnið millum 24 prosent av teimum spurdu.
Í teirri kanningini svaraðu átta prosent, at tey antin ikki vilja hava hvønn teirra sum forsætisráðharra, ella at tey ikki vita, hvat tey skulu svara.
Í kanningini, sum er gjørd fyri VG og Aftenposten, peika 60 prosent av teimum, sum ætla at velja Venstre ella Kristiliga Demokratiska flokkin, á Ernu Solberg sum forsætisráðharra.
Av veljarunum í Venstre halda fimm prosent, at Sylvi Listhaug er besti valmøguleikin.
Í orðaskiftinum hjá forsætisráðharrakjakinum í kvøld vóru serliga hækkandi matvøruprísirnir, sum forsætisráðharrin verður átalaður fyri ikki at gera nóg mikið við, frammi.
Sylvi Listhaug úr Framsóknarflokkinum skjýtur upp at hálvera matvørumeirvirðisgjaldið, men sambært Støre fara matvørurisarnir avstað við pengunum heldur enn at lækka prísirnar.
/Ritzau/NTB