Ísrael hevur í dag lopið á flogvallir í Sýria, og álopini hava havt við sær, at altjóða flogvøllurin í høvuðsstaðnum, Damaskus, enn einaferð er stongdur.
Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at ísraelsk álop gera, at flogvøllurin er óvirkin. Flogvøllurin hevur nevniliga verið stongdur leingi orsakað av ísraelskum álopum.
Keldur siga, at álopini í dag serliga vóru vend móti flogvallarbreytunum í altjóða lufthavnini, og sagt verður, at spreingingar eisini vóru at hoyra við ein hernaðarflogvøll í Damaskus.
Ísrael hevur framt fleiri hundrað álop á grannalandið, Sýria, síðan borgarakríggj tók seg upp í landinum í 2011.
Álopini hava serliga verið vend móti libanesiska felagsskapinum, Hizbollah og øðrum iranskt stuðlaðum felagsskapum.
Ísrael hevur eisini framt álop á støðir hjá sýriska herinum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at Ísrael hevur hert álopini, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas, sum er sameindur hjá Hizbollah, tók seg upp hin 7. oktober.
Álop á flogvøllirnar í Damaskus og flogvøllin í býnum, Aleppo har norðuri í Sýria, ávikavist 12. oktober og 22. oktober, løgdu báðar flogvallirnar lamnar.
Ísrael ger sjáldan viðmerkingar til slík álop, sum eru vend móti Sýria, men Ísrael hevur fleiri ferðir sagt, at landið ikki góðtekur, at Iran, sum stuðlar sýriska forsetanum, Bashar al-Assads, fær fótin fastari í Sýria.