Tað upplýsir ísraelski herurin sambært AFP.
– Sum svar upp á álvarsamt brot hjá yvirgangsfelagsskapinum Hizbollah á vápnahvíldina hevur ísraelski herurin sett í verk neyvar álop í sunnara Libanon, sigur herurin í fráboðan.
Sambært almennum libaneskum miðlum er ein persónur deyður og 11 eru særd í álopunum.
Stutt undan álopunum sendi Ísrael út eina rýmingarboðgeving til íbúgvar í einari bygd í sunnara Libanon. Tað er fyrstu ferð í fleiri vikur, at slík boð eru givin.
Harðskapurin í Libanon hevur annars verið minkandi, síðani USA og Iran í juni gjørdu eina avtalu um vápnahvíld, sum eisini fevndi um Libanon.
Libanon hevur kortini hildið fram at skuldseta Ísrael fyri framvegis at fremja álop og hava hermenn staðsettar í sunnara parti av landinum.
Nýggju álopini koma stutt eftir samráðingar í Róm millum Libanon og Ísrael, har roynt varð at fáa enda á stríðnum.
Í juni samráddust londini um eina avtalu, sum skuldi avvápna Hizbollah og fáa ísraelskar herdeildir úr Libanon.
Hizbollah vísti tó skjótt samráðingunum frá sær og segði, at felagsskapurin ikki hevði ætlanir um at avvápna sínar herdeildir.
Meira enn ein millión fólk hava verið rikin frá húsi og heimi í Libanon undir verandi stríðnum.











