Ísrael og Hamas eru samd um fyribils vápnahvíld

Fyribilssteðgurin í krígnum er fýra dagar, men Ísrael sigur, at landið vil leingja vápnahvíldina við einum degi fyri hvørjar 10 gíslar aftrat, sum Hamas letur leysar.

Bæði Ísrael og Hamas vátta í nátt, at semja er um eina fýra dagar langa vápnahvíld.

 

Tað er Qatar, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum. Egyptaland og USA hava eisini havt ein leiklut.

 

Avtalan er, at 50 ísraelskir gislar í Gaza - í høvuðsheitum kvinnur og børn - verða leyslatin.

 

Afturfyri skal Ísrael leyslata 150 palestinskar gíslar, kvinnur og børn, úr ísraelskum fongslum.

 

Ísrael sigur, at landið vil leingja vápnahvíldina við einum degi fyri hvørjar 10 gíslar aftrat, sum Hamas letur leysar.

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at vápnahvíldin merkir ikki, at kríggið er liðugt.

 

Hetta skrivar Verdens Gang í morgun.