Ísrael: Rafah-marknaliðið til Gaza letur upp við avmarkingum

Eitt royndarstig við at lata upp markið millum Gaza og Egyptaland er byrjað, upplýsir Ísrael.

Rafah-marknaliðið millum Gazageiran og Egyptaland. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

Rafah-liðið varð í dag latið upp fyri Gazabúgvum fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár, upplýsir ísraelski stovnurin, sum samskipar virksemið hjá Ísrael í palestinsku økjunum, sambært tíðindastovuni AFP.

Talan er um eitt "byrjanarroyndarstig", sum byrjaði sunnudagin, skrivar Cogat.

Upplatingin er liður í eini vápnahvíldaravtalu millum Ísrael og hernaðarliga palestinska felagsskapin Hamas.

Rafah-liðið er ein vegur fyri sivilfólk og hjálparfólk millum Gazageiran og Egyptaland.

Men burtursæð frá stuttari og avmarkaðari opning tíðliga í 2025, hevur tað verið stongt síðani ísraelskar herdeildir tóku ræðið á tí í mai 2024.

 

/Ritzau/AFP

 

 

Rafah-marknaliðið millum Gazageiran og Egyptaland. Mynd: AFP/Ritzau Scanpix