Nógvir fyrimunir at knýta Suðuroynna uppí Føroyar

- Eitt, sum vit ikki kunnu koma uttan um, eru barnakonurnar í Suðuroynni, sum noyðast norður at eiga. Hetta ávirkar ikki bara mammuna, men alla familjuna, og hetta kann eisini gerast ein fíggjarligur smeitur, tí makin - í allar flestu førum - fer norður við

 

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út? 

 

- Ja, vónirnar eru har enn, hóast eitt sindur av luft fór úr ballónini, tá uppskotið fall. Man hevur enn kensluna av, at meiriluti er fyri tunlinum í løgtinginum. Tað er eitt stórt mál, og sjálvsagt skal tad kannast væl og virðiliga, áðrenn tað verður bjóðað út. So, vónirnar eru har enn, hóast tað tykist fjart í løtuni. 

 

Tað sigur Jónfinn L. Poulsen, sum hevur sínar røtur í Sandvík.

 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar? 

 

- Suðuroyartunnulin hevur stóran týdning - ikki bara fyri borgararnar, men eisini fyri vinnulívið. Suðuroyggin hevur stórt potentiali innan vinnuøkið, harav kann nevnast, at aliøkini í oynni eru góð, og pelagiska virksemið fær uppaftur betri karmar.

 

Og Jónfinn leggur aftrat:

 

- Eisini tað, at Suðuroyggin ferð eftir ferð hevur víst, hvussu væl vindmyllurnar roynast, men eisini vatnorka, har Suðuroyggin nógvar dagar er 100% grøn. Kann man t.d byggja út uppá hetta, koyra streymkaðalin gjøgnum tunnulin og binda saman við restini av el-netinum?

 

Hann heldur fyri, at her er nógvur peningur at spara, tí ein sjókaðal kostar einar fýra ferðir so nógv sum ein kaðal gjøgnum tunnilin.

 

- Suðuroyggin hevur eisini eitt stórt potentialið innan ferðavinnu, har flestu bygdirnar hvør í sínum lag hava okkurt at bjóða, og møguleikarnir eru tískil nógvir. 

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár? 

 

- Eg trúgvi ikki, at tað verður um 10-12 ár, tí sum gongdin er nú viðvíkjandi málinum, tykist tað, sum um tað verður drýggjað út. Men tað er sjálvsagt mín vón - ja! 

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur? 

 

- Útlitini fyri Suðuroynna eru ikki góð. Allir pílar peika øvutan veg í løtuni. Sjálvur komi eg úr eini bygd, sum taldi 142 fólk í 1992. Í dag eru vit færri enn 70 eftir.

 

Jónfinn vísir á, at í Suðuroy gerast fleiri og fleiri eldri borgarar, samstundis sum ov fá ung leggjast aftrat.

 

- Við verandi farleið til meginøkið, gongur tað bæði út yvir borgaran og vinnuna. At fáa farm um Suðuroyarfjørð er mangan trupult vegna veður og aðrar orsøkir.

 

Hann sigur, at hetta er bert ein partur av teimum forðingum, sum tey í Suðuroy liva við. 

 

- Eitt, sum man ikki kann koma uttan um, eru barnakonurnar í Suðuroynni, ið mugu norður at eiga. Hetta ávirkar ikki bara mammuna, men alla familjuna, ið noyðist at fara norður, kanska  14 dagar fyri tíð - og kanska 14 dagar aftrat hesum.

 

Jónfinn vísir á, at hetta kann gerast ein fíggjarligur smeitur fyri familjuna, tí makin - í allar flestu førum - fer norður við og noyðist tískil leggja arbeiði niður.

 

- Eru tað eldri børn frammanundan, sum ganga í skúla - ja so mugu onnur taka sær av barninum ella børnunum, tí foreldrini eru norðanfyri, kanska upp til ein mánaða. Hetta fyllir sera nógv hjá familjunum, sigur hann.

 

At enda vísir Jónfinn L. Poulsen á, at ein lutfalsliga lítil bygd sum Hvalba hevur bæði partrolarar, ísfiskatrolara, uppsjóvarskip og flakavirkið, so eldsálirnar vanta ikki, leggur hann aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er stórt tema um Suðuroynna, og her siga fleiri fólk sína hugsan um Suðuroyartunnilin, eins og ein størri samrøða er við Teit Samuelsen, tunnilsstjóra.

 

Lesið eisini - 

 

Kunnu byrja upp á Suðuroyartunnilin um tvey ár - https://www.in.fo/news-detail/suduroyartunnilin-kann-faa-storan-tydning