Myndina eigur ísraelski herurin (IDF)

Ísrael sigur seg hava funnið vápn á sjúkrahúsinum

Hamas rópar myndirnar, sum Ísrael hevur lagt út, ein "láturligan sjónleik".

Myndina eigur ísraelski herurin (IDF)

Ísraelski herurin (IDF) sigur, at hernaðarútbúnaður er funnin á al-Shifa-sjúkrahúsinum í Gaza, og á myndini her omanfyri síggjast nøkur hondvápn, sum Ísrael sigur seg hava funnið.

 

Tað er eisini ísraelski herurin, sum eigur myndina, sum IDF hevur almannakunngjørt.

- Undir leitanini á einari deild á sjúkrahúsinum funnu hermenn eitt rúm við tøkniligari útgerð og hernaðarútgerð hjá Hamas. 

 

Í einum tíðindaskrivi, umfram á X, fyrrverandi Twitter, sigur talsmaðurin fyri ísraelska herin, Daniel Hagari, at myndin omanfyri er tikin inni á einari deild á  al-Shifa-sjúkrahúsinum.

 

Video-upptøkur og myndir eru eisini lagdar út av tí, sum ísraelsku hermenninir siga seg hava funnið. Ísrael sigur, at hermenninir eisini funnu eina "operativa høvuðsstøð" á einari aðrari deild á sjúkrahúsinum.

 

Palestinska uttanríkisráðið ávarar um, at uppáhaldini hjá Ísrael um hernaðarútgerð á al-Shifa-sjúkrahúsinum einki hald hava í veruleikanum.

 

- Ísraelski herurin er á sjúkrahúsinum, og eingin veit, hvat tey gera, ella hvørji vápn tey tóku við sær - fyri síðan at siga, at vápnini vórðu funnin á sjúkrahúsinum.

 

Hamas hevur eisini gjørt viðmerkingar til myndirnar, sum ísraelski herurin hevur lagt út og rópar myndirnar ein "láturligan sjónleik". Hamas heldur, at IDF hevur tikið vápn, klæðir og útgerð við sær inn á sjúkrahúsið og sigur, at hetta er útbúnaður hjá Hamas.

 

 

 

Myndina eigur ísraelski herurin (IDF)