Ísrael: Sivilfólk doyðu tí eldur kom í av álopi á Hamas

Sambært Ísrael var tað eitt ísraelskt loftálop sum festi í eldin, sum kostaði fleiri palestinum lívið.

 

Í minsta lagi 45 palestinar doyðu í gjár í umfatandi eldinum í eini tjaldlegu í Rafah. Tað upplysir Hamas-stýra heilsumálaráðið í Gaza. Meira enn helmingurin av teimum deyður er sambært ráðnum kvinnur, børn og eldri. - Foto: Eyad Baba/Ritzau Scanpix

Sambært fyribils úrslitum frá eini ísraelskar kanning bendir tað á, at eitt ísraelskt loftálop ímóti Hamas-leiðarum festi í eldin, sum drap fleiri sivilar palestinar í Rafah.

Tað sigur talspersónur fyri ísraelsku stjórnina, Avi Hyman, skrivar Reuters.

Rafað er í syðra parti av Gazageiranum, sum hevur verið raktur av áhaldandi bumbuálopum frá Ísrael.

Tað hendi sambært Ísrael undir jagstranini eftir Hamas-krígsmonnum.

Vápnaða rørslan leyp á Ísrael 7. oktober í 2023 og drap umleið 1200 fólk og tók 250 fólk sum gíslar sambært ísraelskum teljingum.

Í dag upplýsir heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas hevur eftirlit við, at minst 45 palestinar doyðu í gjár í umfatandi eldinum í eini tjaldlegu, skrivar Reuters.

Meira enn helmingurin eru kvinnur, børn og eldri fólk.

Lagt verður afturat, at talið av deyðum sannlíkt fer at hækka, tá fleiri fólk, sum vóru fangað í eldinum, eru í ringari støðu við álvarsomum brenningum.

Fríggjadagin gav altjóða dómstólurin ICJ boð um, at Ísrael steðgar álopunum í Rafah í syðra Gazageiranum. Kortini helt í Ísrael fram við álopunum.

ICJ er ovast dómstólurin hjá ST. Men hevur ikki myndugleika at seta í verk avgerðirnar.

Uttanríkisstjórin hjá ST, Josep Borrell, hevur í dag fordømt ísraelsku álopini í Rafah.

– Skelkaður av tíðindunum, sum koma úr Rafah um ísraelsk álop, sum drepa tíggjutals burturrikin fólk, teirra millum eisini børn.

– Einki trygt stað er í Gaza. Hesi álop skulu steðga alt fyri eitt, skrivar hann á X.

Týska uttanríkisráðfrúan, Annalena Baerbrock, hevur í dag eins og fleiri starvsfelagar hennara biðið Ísrael um at virða avgerðina hjá ICJ.

– Menniskjansligur fólkarættur er galdandi fyri øll – eisini fyri ísraelsku krígsførsluna, sigur hon sambært Reuters.

Ísraelski herurin hevur sambært Reuters sagt, at loftálopini sunnudagin, sum vóru grundað á »neyvar fregnir«, høvdu beint burtur millum annað stápsstjóran hjá Hamas fyri Vestara Áarbakka.

/ritzau/

 

 

 

Í minsta lagi 45 palestinar doyðu í gjár í umfatandi eldinum í eini tjaldlegu í Rafah. Tað upplysir Hamas-stýra heilsumálaráðið í Gaza. Meira enn helmingurin av teimum deyður er sambært ráðnum kvinnur, børn og eldri. - Foto: Eyad Baba/Ritzau Scanpix