Tað skrivar miðilin Haaretz.
Í samtyktini mælir ráðið til humaniterar »steðgir« í Gaza, sum vara so leingi, at til ber at sleppa inn við neyðhjálp.
Ráðið skrivar í fráboðanini, at tað er ikki pláss til slíkar »fyriskipanir«, so leingi Hamas enn heldur gíslar.
Ísraelski ST sendimaðurin, Gilad Erdan, sigur sambært Haaretz, at samtyktin er »leysrivin frá veruleikanum«.
– Ætlanin hjá Hamas er tilvitað at gera humaniteru støðuna í Gaza verri og at økja talið av palestinskum offrum fyri at fáa ST og Trygdarráðið at steðga Ísrael. Hetta fer ikki at heda. Ísrael heldur fram at handla, til Hamas er lagt í oyði, og gíslarnir latnir leysir, sigur Erdan.