It's the economy stupid! var ákæran hjá Bill Clinton undir valstríðnum ímóti George Bush eldra fyrst í nítiárunum. Clinton legði Bush undir at síggja burtur frá trongu búskaparstøðuni undir valstríðnum. Tað sama kundu vit sagt um sitandi samgongu í Førotum, ið ikki hevur megnað at sannført fjøldina um sín búskaparpolitikk. BADH samgongan stríðist við ein image trupuleika, ið republikanski flokkurin eisini stríðist við: Støðugt ákærd fyri at umboða tey ríku og síggja burtur frá veruligu trupuleikunum, eitt nú stóra arbeiðsloysinum. Búskapur er farin frá at vera upphevja vísind, til at vera persónlig gerandissamrøða millum vanlig fólk. Øll hava eina meining um búskapin. Hesum kunnu politikarar gera sær dælt av við størri hepni enn sitandi samgonga her heima. Í USA siga eygleiðarar, at kandidaturin ið megnar at sannføra fjøldina um, at hann kann skapa inntøkur og arbeiði til miðalstættina, uttan iva vinnur forsetavalið.
Endurskapa amerikanska dreymin
Forsetavalið í november fer at definera USA. Bæði republikanarar og Barack Obama forseti hava gjørt búskapin til ein bardaga um amerikonsku sálina. Mitt Romney, fremsti uppstillarin hjá republikanarunum, lovar stórar skattalættar til vinnulívið, niðurskurð av almennum tænastum og privatiseringar. Fíggindamyndin hjá Romney er sosialisman, ið nógvir amerikanarar knýta til kalda kríggið - Vit ynskja ikki at gerast Europa ella nakar annar vælferðarstatur! Valið snýr seg amerikonsku sálina. Tað almenna skapar einki arbeiði. Og frælsa vinnulívið verður nú álopið! Alneyðugt er at taka amerikanska frælsi í álvara! ávarar Mitt Romney. Barack Obama forseti ákærir harafturímóti treytaleysu kapitalismuna hjá republikanarum fyri at gera av við amerkikanska dreymin. Hann lovar at minka um sosiala ójavnan, halda eyga við bankunum - umframt ein serligan ríkmannaskatt. – Vit kunnu annaðhvørt lata lata okkum lynda eitt samfelag, har eitt minkandi tal av fólkum eru sera væl bjargaði ella eitt samfelag, har øll hava ein møguleika. Tí søgan um USA snýr seg ikki bert um individualismu, men um eitt samfelag har vit øll eru knýtt at hvørjum øðrum – eru boðini frá Obama. Snildisliga endurtulka báðir partar amerikanska dreymin til egnan fyrimums. Boðskapurin hjá Romney er klassiskur: Í USA ber alt til, bert ein er dugnaligur og framsøkin. Obama roynir at tekkjast Occupy Wall Street rákinum: Mong hava ongan møguleika at røkka amerikanska dreyminum, fortreytirnar eru grundleggjandi broyttar síðani hesin dreymur varð til. Við hesum skal Obama royna at endurvinna forsetasessin.
Kemur Robin Hood?
Thomas B. Edsall, politiskur viðmerkjari á New York Times, hevur víst á, at fíggjarkreppan frá 2008 grundleggjandi hevur broytt amerikanskan politikk. Politikkurin er eyðkendur av at minni og minni er at býta av búskaparligu køkuni og spurningurin er støðugt hvar spariknívurin skal setast næst. Republikanar hava megnað væl at selt sín boðskap við at finnast at skjótt vaksandi almennari skuld og størri føderalari íblandan í heilsuverk og fíggjargeira. Aftur til privata intiativi. Hetta var livibreyði hjá Tea Party rørsluni. Hinvegin tykist kritiska Occupy Walstreet rørslan hava megnað væl at fortalt sína søgu: Ovurhondsstóri ójavnin kann illa rættvísgerast – Ein stór orsøk til ójavnan er, at tey 1 prosent ríkastu sjálvi ynskja ójavnan. Eitt nú við lógum ið tryggja skattalætta fyri kapitalvinning. Monopolir og semimonopolir hava altíð vera ein týðandi kelda til ríkidømi, líka frá John D. Rockfeller til Bill Gates. Ríkidømi elvir til meiri ríkidømi, sigur Joseph L. Stiglitz, búskaparfrøðingur og Nobel virðislønartakari í Vanityfair blaðnum. Hann hevur víst á, at peningur er at heimta hjá teimum allar ríkastu. Tí verður ein sonenvdur ríkmannaskattur uttan iva á dagsskránni undir forsetavalstríðnum. Vit eru sostatt komin aftur til klassiskar fordeilingsspurningar og politiskan etikk. Spurningurin er hvussu góðan møguleika vanlig fólk hava at flyta seg í samfelagnum og klatra upp eftir samfelagsstiganum. Grundleggjandi sálarfrøði og øvundsjúka er eisini partur av søguni; fólk spyrja seg sjálvi um ovurhondsstórur vinningur frá fíggjarspekulatión, veruliga hevur uppiborðið so stóra løn og samsýningar. Serliga ikki um talan ikki er um nakra veruliga virðisskapan ella nýskapan, men bert flyting av nøkrum fiktivum virðum ella skuld.
Tess betri búskapurin gongur undir einum givnum forseta, tess betri eru møguleikarnir fyri at endurvinna forsetaembætið hava fleiri kanningar víst. Tí er ivasamt er um Obama hevur neyðuga viðvindin um ikki eitthvørt óvæntað hendir í búskapinum. Men spurningurin er, um politisku fortreytirnar eru so nógv broyttar, at kandidaturin ið best kann sannføra um arbeiðsskapandi tiltøk hevur besta møguleikan. Tí at búskapur er nú ein spurningur um hvussu tað gongur ”on the ground” sum amerikanarar plaga at taka til.