Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið í manshondbólti triðja og seinasta HM-undankappingardystin í HM-undankappingini, sum fer fram í Bolzano í Norðuritalia í hesum døgum.
Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Helgi H. Hoydal verður viðmerkjari. Frásøgnin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Fyrsta dystin taptu Føroyar 22-30 ímóti Ukraina, og ígjár taptu Føroyar 20-28 ímóti Rumenia. Leikliga og avriksliga stendur dysturin ímóti Rumenia tó sterkari í myndini.
Rumenia vann 34-24 á Italia, men ígjár yvirraskaði vertslandið við at vinna 29-28 á Ukraina.
19 altjóða veddingarfyritøkur hava sett odds á dystin millum Italia og Føroyar. Allar hava Italia sum ein greiðan favoritt, men tær geva allar Føroyar ein væl frægari møguleika at fáa ein sigur í hesum dystinum.
Hægsta oddsið uppá ukrainskan sigur ímóti Føroyum var bara 1,07, og hægsta oddsið uppá rumenskan sigur á Føroyum var so lágt sum 1,04.
Nú liggja oddsini uppá italskan sigur á Føroyum millum 1,18 og 1,24. Oddsini uppá føroyskan sigur ímóti Italia liggja millum 4,50 og 6,45.
Oddsini eru hesi:
VedDINGARFYRITØKUR: | Italia | Javnt | FØROYAR | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 1.24 | 12.50 | 5.30 | ||
188BET | 1.22 | 12.00 | 4.75 | ||
1xBet | 1.24 | 12.00 | 6.45 | ||
888sport | 1.19 | 13.00 | 5.20 | ||
bet-at-home | 1.19 | 11.92 | 5.16 | ||
bet365 | http://www.betexplorer.com/bookmaker/11/http://www.bet365.com/dl/~offer?affiliate=365_021894 | 1.22 | 12.00 | 5.00 | |
Betclic | 1.20 | 11.00 | 5.50 | ||
Betfair | 1.20 | 12.00 | 5.50 | ||
Betsafe | 1.21 | 11.00 | 5.45 | ||
Betsson | 1.21 | 11.00 | 5.45 | ||
BetVictor | 1.18 | 12.00 | 5.25 | ||
Betway | 1.22 | 11.00 | 5.00 | ||
bwin | 1.22 | 14.00 | 5.25 | ||
ComeOn | 1.24 | 12.50 | 5.30 | ||
Expekt | 1.20 | 11.00 | 5.50 | ||
Interwetten | 1.18 | 11.50 | 5.00 | ||
mybet | 1.20 | 12.00 | 5.30 | ||
Paddy Power | 1.22 | 13.00 | 4.50 | ||
Unibet | http://www.betexplorer.com/bookmaker/43/http://dspk.kindredplc.com/redirect.aspx?pid=36371&bid=17869 | 1.19 | 13.00 | 5.20 | |
GJØGNUMSNITS ODDS: | 1.21 | 12.02 | 5.30 |